Skriva út
Kvinnudagurin og fólkakirkjan
07.03.2010 Tíðindi

Ein vanligan yrkadag kemur sjáldan til hugs, um samstarvað verður við eina kvinnu ella ein mann. Vit eru von við ein arbeiðsmarknað, har javnstøða millum kynini er ein sjálvfylgja, - ella eigur at vera ein sjálvfylgja.
Hugsa vit um løntar og óløntar tænastur í fólkakirkjuni, so er talið av kvinnum munandi økt ta seinastu fjórðings øldina. Lutfallið er væl øðrvísi í dag, enn tað var, tá undirritaði byrjaði tænastuna sum prestur í fólkakirkjuni.
Viðhvørt liggur á ljóði, at kirkjan er konservativ. Ivaleyst er tað rætt í mangar mátar, og flest allar lutfalsliga stórar kirkjur í mun til fólkatalið eru konservativar. Til aðrar tíðir kann kirkjan ganga á odda í stríðnum fyri nýskapan og betri korum, eitt nú tann katólska kirkjan í Póllandi og Latínamerika í undanfarnu øld.
Hyggja vit at støðuni í fólkakirkjuni í 2010 og hugsa um javnvágina millum kvinnur og menn, so kann verða sagt, at samskiftið er gott og jaligt.
Innanfyri gudfrøði og heimspeki eru tað eyðvitað mong ymisk rák. Í eini fólkakirkju, ið er skipað fólkaræðisliga, hava vit eyðvitað frælsi at hugsa, skriva og tala. Soleiðis sæð koma vit ongantíð á mál. Flest øll sjónarmið fara at ljóða, um fólkið hevur frælsi at trúgva, hugsa og tala.
Nú kvinnudagurin 8. mars rundar eina øld, staðfestir biskupur, at kvinnur virka á jøvnum føti við menn í fólkakirkjuni. Ásannast má tó, at talið av kvinnuligum umsøkjarum til prestaembætini er rættiliga lágt. Einans ein kvinna hevur søkt starv sum prestur í mínari tíð sum biskupur.
Havi í skjótleika gjørt eitt yvirlit yvir lutfallið millum kvinnur og menn í
størvum, ráðum og tænastum í fólkakirkjuni.
Prestar :
20 menn = 83%
4 kvinnur = 17%
Skrivstovan hjá dómprósti og biskupi :
2 menn = 50%
2 kvinnur = 50%
Kirkjuráðslimir :
205 menn = 55%
166 kvinnur = 45%
Próstadømisráðið :
2 menn = 40%
3 kvinnur = 60%
Føroya Stiftsstjórn :
2 menn = 67%
1 kvinna = 33%
Deknur (7 av 14 prestagjøldum eru við í uppgerðini) :
47 menn = 53%
42 kvinnur = 47%
Urguleikari (7 av 14 prestagjøldum eru við í uppgerðini) :
39 menn = 83%
8 kvinnur = 17 %
Klokkari (7 av 14 prestagjøldum eru við í uppgerðini) :
76 menn = 99%
1 kvinna = 1%
Ætlanin er ikki á hesum sinni at greina omanfyri standandi tøl. Nevni einans tvinnar tættir.
Kvinnurnar eru væl við í nevndum og ráðum. Millum annað í Próstadømisráðnum, ið er fíggjarstýringin av teimum 60 kirkjunum, eru kvinnurnar í meiriluta.
Áhugavert at staðfesta tað stóra talið av fólki, ið ger tænastu í fólkakirkjuni. Í 7 av 14 prestagjøldum eru ikki færri enn 213 kirkjutænarar. Tølini tala og lýsa støðuna í fólkakirkjuni. Hetta talið er væl størri, um vit víðka kanningina til aðrar tænastur í kirkjuni og hjálparfólk. Ætlanin er at hava eitt fullkomið yvirlit einaferð í nærmastu framtíð.
JF.
Onnur tíðindi