Skriva út

Kvinnan og fólkakirkjan!

07.03.2022 Tíðindi

Tað er ein eyðsýndur partur av fatanina hjá undirritaða, at javnstøða millum kynini og javnrættindi millum limirnar í fólkakirkjuni eiga at valda.

Kvinnudagin 8. mars verður tikið afturíaftur málsetningin hjá undirritaða, ið var lagdur fram til biskupsvalið á heysti 2007. Stevnan er endurtikin mangar ferðir bæði í tí kirkjuliga landslagnum og uttan fyri kirkjugátt í óteljandi fyrilestrum, samrøðum og skriving í miðlunum.

Biskupur heilsar bæði kvinnum og monnum vælkomnum til tænastu á øllum plássum og í øllum ráðum, svá fólkaræðisliga skipanin loyvir og ásetir. Tað snýr seg fram um alt um heit hjørtu og tænandi hendur, ið fara til verka í fólkakirkjuni, sum er ein partur av Jesu Kristi kirkju.

Læran er ikki fólkaræðisliga ásett
Øll viðurskifti í fólkakirkjuni eru fólkaræðisliga skipað uttan tann evangeliska læran og tað, ið fólkakirkjan stendur fyri innihaldsliga, t.d. ritualini. Her er Bíblian evsta og hollasta grundarlagið saman við játtanarritum fólkakirkjunnar.

Tað er eisini ein av fremstu uppgávunum hjá biskupi at hava eftirlit við læruni og sakramentunum, so kirkjan andaliga er, har hon eigur at vera. Í verkligum málum er fólkaræði leisturin. Í andaligum viðurskiftum er Bíblian evsti myndugleikin.

Stutt løtumynd á kvinnudegnum
Undirritaði hevur áður lýst kynsbýtið í fólkakirkjuni. Hóast tænasturnar í 2022 eru væl fleiri enn í undanfarnu øld, verður einans í tølum greitt frá kynsbýtinum við atliti at teimum klassisku tænastunum: Deknurin, urguleikarin og klokkarin.

Hesir nevndu tænarar verða kallaðir av kirkjuráðunum. Kirkjuráðini kalla somuleiðis sóknarprestarnar, dómpróst og biskup.

Undirritaði hevur gjørt eina skjóta kanning í tilsamans 60 kirkjum ella støðum, har gudstænasta verður hildin sunnu- og halgidagar.

Deknarnir eru 159 í tali

  • Menn 83 = 52,2%
  • Kvinnur 76 = 47,8%

Urguleikararnir eru 86 í tali

  • Menn 72 í tali = 83,7%
  • Kvinnur 14 í tali = 16,3%

Klokkara eru 138 í tali

  • Menn 129 í tali = 93,5%
  • Kvinnur 9 í tali = 6,5%

Prestarnir
30 prestar eru á lønarlistanum hjá fólkakirkjuni í løtuni.

  • Menn 22 = 73,3%
  • Kvinnur 8 = 26,7%

Kirkjuráð og onnur ráð
Í tíðarskeiðinum frá november 2021 fram til 1. apríl 2022 velur fólkakirkjan síni umboð í fleiri ráð og evstu stjórn. Kirkjuráðslimirnir, ið vórðu valdir 2. november 2021, velja.

Einaferð seinni í ár verður vent aftur til lutfallið millum kynini í kirkjuráðunum, ráðum og stjórn. Nógv talar fyri, at tann myndin kemur at vísa eina væl øðrvísi samanseting av kynunum, enn tølini í hesum stutta skrivi vísa.

Tað er tilvitað, at ikki aðrar tænastur verða nevndar, t.d. reingerð og matgerð. Hesar tænastur eru mangan ósjónligar og í tí dulda framdar av kvinnum. Tænasturnar eru – eins og fakligi førleikin hjá kvinnum og monnum – ein fortreyt fyri, at maskinaríið virkar. Uttan kvinnurnar var støðið í fólkakirkjuni ikki so høgt, sum tað í roynd og veru er.

Góðan kvinnudag, kvinnur og menn! Vit hava vundið Merkið í húnar hátt og fagna degnum og kvinnunnar stríði fyri javnrættindum á arbeiðsmarknaðinum.

JF