Skriva út

Kunnu spara 1/4 milliard krónur

01.06.2011 Tíðindi
Kunnu spara 1/4 milliard krónur (1)

Felags innkeyp og orkusparandi tiltøk kunnu spara donskufólkakirkjuni fyri omanfyri 300 mió krónur, metir ein donsk grannskoðara- ográðgevingarfyritøka.

 Um kirkjurnar gjørdu hetta, og vístu fyrimuninum viðstór-rakstri størri ans og haraftrat samstarvaðu um kirkjugarðar, var nógv atvinna.

Hesa meting er heimsins størsta grannskoðara- ográðgevingarfyritøka PwC komin fram til, í eini kanning sum Pengemagasinet hjáDanmarks Radio hevur latið gera.

Niðurstøðan var kunngjørd í eini sending í farnu viku, har 30sóknir í Falster Próstadøminum eru eftirspurdar.

Bara í hesum 30 sóknunum kann ein spara 2,5 mió krónur, vísirChristian Klibo, ið er fíggjarligur ráðgevi hjá PwC, á.

- Um Falster Próstadømið er eitt gott dømi um, hvussu støðaner í restini av landinum, og ein hugsar sum so, at ein triðingur av øllumkirkjum longu hava útnyttað sparimøguleikarnar meðan tveir triðingar ikki havagjørt tað, so verða 210 mió krónur meiri til kirkjurnar, sigur Christian Klibovið Danmarks Radio.

 Prest í starv

Samstundis við hesa frágreiðingina er danska Orkutænastankomin fram til, at kirkjurnar kring alt landið kunnu spara 100 mió, um einhugsaði meiri um orkusparingar.

Hetta hevur ein millum annað gjørt í Syddjurs Próstadøminum.Her hevur ein spart 2,5 mió krónur við orkusparandi tiltøkum og stór-rakstri,eitt nú við felags innkeypi og felags rakstri av kirkjugarðum.

Alt hetta hevur havt við sær, at ein nú kann seta ein nýggjanprest í starv.

Orð: Snorri Brend