Skriva út

Kunnu spara 1/4 milliard krónur

02.05.2011 Tíðindi
Kunnu spara 1/4 milliard krónur


Felags innkeyp og orkusparandi tiltøk kunnu spara donsku fólkakirkjuni fyri omanfyri 300 mió krónur, metir ein donsk grannskoðara- og ráðgevingarfyritøka.

Um kirkjurnar gjørdu hetta, og vístu fyrimuninum við stór-rakstri størri ans og haraftrat samstarvaðu um kirkjugarðar, var nógv at vinna.
Hesa meting er heimsins størsta grannskoðara- og ráðgevingarfyritøka PwC komin fram til, í eini kanning sum Pengemagasinet hjá Danmarks Radio hevur latið gera.
Niðurstøðan var kunngjørd í eini sending í farnu viku, har 30 sóknir í Falster Próstadøminum eru eftirspurdar.
Bara í hesum 30 sóknunum kann ein spara 2,5 mió krónur, vísir Christian Klibo, ið er fíggjarligur ráðgevi hjá PwC, á.
- Um Falster Próstadømið er eitt gøtt dømi um, hvussu støðan er í restini av landinum, og ein hugsar sum so, at ein triðingur av øllum kirkjum longu hava útnyttað sparimøguleikarnar meðan tveir triðingar ikki hava gjørt tað, so verða 210 mió krónur meiri til kirkjurnar, sigur Christian Klibo við Danmarks Radio.

Prest í starv
Samstundis við hesa frágreiðingina er danska Orkutænastan komin fram til, at kirkjurnar kring alt landið kunnu spara 100 mió, um ein hugsaði meiri um orkusparingar.
Hetta hevur ein millum annað gjørt í Syddjurs Próstadøminum. Her hevur ein spart 2,5 mió krónur við orkusparandi tiltøkum og stór-rakstri, eitt nú við felags innkeypi og felags rakstri av kirkjugarðum.
Alt hetta hevur havt við sær, at ein nú kann seta ein nýggjan prest í starv.

Orð: Snorri Brend