Skriva út
Kunningarskriv
06.09.2007 Tíðindi
Biskupsdømi FøroyaValstýrið
Kunngerð um bispaval
í Biskupsdømi Føroya 2007
1. Valevni, ið fráboðað eru.
Áðrenn fráboðanarfreistin var úti 3. september 2007 kl. 12.00, varð boðað frá hesum valevnum til bispavalið í 2007:
Marjun Bæk, sóknarprestur
Kirkjuvegur 24, 340 Kvívík
Jógvan Fríðriksson, sóknarprestur,
Glyvursvegur 25, 494 Innan Glyvur
Jákup Reinert Hansen, sóknarprestur
210 Sandur
Bergur Debes Joensen, sóknarprestur
Áarrás 14, 160 Argir
Uni Næs, sóknarprestur
530 Fuglafjørður
Valstýrið hevur gjøgnumgingið, kannað og góðkent allar 5 fráboðanirnar.
2. Vallisti og tilfar til atkvøðugreiðsluna.
Valstýrið hevur gjørt vallista við teimum, ið hava atkvøðurætt, smbr. § 7 í kunngerð nr. 895 frá 8. december 1999 frá Kirkjumálaráðnum. Eftir hesum vallista verður tilfarið til atkvøðugreiðsluna sent beinleiðis til hvønn einstakan, ið hevur atkvøðurætt. Tilfarið til atkvøðugreiðsluna (vegleiðing, at-kvøðuseðil og returbrævbjálvi) verður sent mikudagin 12. september 2007.
Treytin fyri at kunna atkvøða er, at viðkomandi stendur á vallistanum. Persónar, ið halda seg hava rætt at atkvøða, men sum ikki hava fingið tilfar til atkvøðugreiðsluna, og persónar, sum av misgáum hava fingið tilfar til atkvøðugreiðsluna, verða bidnir um at boða valstýrinum frá mistakinum í seinasta lagi fríggjadagin 21. september 2007.
Fráboðanin verður send valstýrinum, Bispakrivstovan, J. Paturssonargøta 20, 100 Tórshavn, tlf. 31 19 95.
3. Freist at atkvøða.
Freistin at atkvøða er úti 3 vikur eftir, at tilfarið til atkvøðugreiðsluna er sent.
Returbrævbjálvin við atkvøðuseðli skal tí verða sendur ella latin valstýrinum (Bispaskrivstovuni) beinleiðis í so góðari tíð, at Bispaskrivstovan hevur fingið hann í seinasta lagi mikudagin 3. oktober 2007 kl. 12.00.
Atkvøðuseðil, sum ikki er komin rættstundis, verður ikki tikin við.
4. Atkvøðuteljing.
Atkvøðurnar verða kannaðar og taldar mikudagin 3. oktober 2007 kl. 12.30 í Bispagarðinum. Uppteljingin er almenn í tann mun pláss er.
Tórshavn, hin 6. september 2007.
Valstýrið
Ása Justinussen Gunnvør Dam Jensen Bjarni Bæk
Tummas Lauritsen Durita Tausen Hans Jacob Joensen
Vallisti til bispavalið í Føroyum 2007.
Hattarvíkar kirkja:
1. Hanus Súni Hansen, 767 Hattarvík
2. Símun Gullaksen, 767 Hattarvík
3. Mikkjal Petur Kerlok, 767 Hattarvík
4. Marianna Debes Dahl, 767 Hattarvík
5. Emma Sigvaldsdó
Onnur tíðindi