Skriva út

Kunning frá Urguleikarafelagnum um føroyska luttøku í Nordisk Kirkemusiksymposium í Reykjavik 6. – 9. september 2012

03.09.2012 Tíðindi
Kunning frá Urguleikarafelagnum um føroyska luttøku í 
Nordisk Kirkemusiksymposium í Reykjavik 
6. – 9. september 2012

Nordisk Kirkemusiksymposium er stevna har norðurlendskir kirkjutónleikarar – urguleikarar, kórleiðarar, kór og øll onnur við áhuga fyri kirkjutónleiki, koma saman at hoyra og framføra tónleik úr teim norðurlendsku tjóðunum. Nordisk Kirkemusiksymposium varð hildið í Helsingfors 2000, í Århus 2004, í Stavanger 2008 og verður hesaferð hildið í Reykjavík 6. – 9. september í ár.

Skráin á symposiinum er innihaldsrík og fjølbroytt. Konsert við kór og Íslendska symfoniorkestrinum. Konsertir, sum tey ymisku londini skipa fyri. Seminar, har høvuðsevni er kór- og orgulimprovisatión av ymiskum slag, guðstænastur, morgunandaktir og útferðir.
Nágreinilig skrá fyri stevnuni kann síggjast á heimasíðuni www.nks2012.is

Føroyar hava ikki áður verið umboðarar á hesum stevnum, men hesaferð hava íslendingar verið so umhugsnir og vinaligir at bjóða okkum føroyingum við til symposiið. Í fyrsta umfari sum eygleiðarar, men seinni hava vit eisini fingið høvi til at standa fyri einari av seks morgunadaktum, sum verða hildnar í Dómkirkjuni, Hallgrímskirkjuni og Áskirkjuni.

Tað er Urguleikarafelagið, sum er samband íslendinga til kirkjutónleikarar í Føroyum. Urguleikara-felagið hevur sett seg í samband við Føroyingafelagið í Reykjavík og við Sjómansheimið Ørkina og tann vegin eru eisini føroyingar, sum búgva í ella eru í Íslandi henda morgunin, bjóðaðir at vera við til morgunandaktina.

Morgunandaktin, sum Føroyar skipa fyri, verður í Dómkirkjuni leygardagin 8. sept. kl. 8. 30 – 9. Ein venjing, har skráin verður gjøgnumgingin, verður týskvøldið 4. sept. kl. 19.30.

Urguleikari í Havnar kirkju Gudmund Mortensen og klarinetleikari Bjarni Berg stíla fyri og spæla til morgunandaktina. Upplesari verður Ingibjørn Eldevig, leiðari á Ørkini. Á skránni verða sálmar við gomlum føroyskum og nýggjum sálmaløgum, bøn og bíbliulestrar. Skrá við nótum og tekstum á føroyskum og donskum verður prentað til høvið, so eisini luttakarar úr hinum norðanlondunum kunnu fylgja við í orðum og tónleiki.