Skriva út
Kunnandi fundur
14.08.2012 Tíðindi

Komandi fríggjakvøld, kl. 19, verður kunnandi fundur í kjallaranum í Christianskirkjuni.
Sum fráboðað um miðjan juli verður nú farið í gongd við at gera tað stóru altartalvuna í Christianskirkjuni í stand, og verður hetta eitt serligt restaureringsarbeiði, ikki bert her í Føroyum, men eisini tá hugsað verður um líknandi listaverk runt í Evropa.
Tá tíðindaskrivið varð sent út, varð eisini fráboðað, at ein kunnandi fundur fyri almenninginum og fjølmiðlunum skal verða seinni, áðrenn arbeiðið fer í gongd.
Hesin fundur verður nú fríggjakvøldið, har framløgur verða um list og altartalvuna, m.a. við luttøku av fakfólkum úr Danmark.
Skráin verður henda:
Kirkjuráðsformaðurin Øssur Kjølbro bjóðar vælkomin.
Kirkjuráðslimur Jógvan Ravnsfjall greiðir frá gongdini við at fáa sett altartalvuna í stand.
Stjóri á Statens Museum for Kunst, Jørgen Wadum, greiðir frá týdninginum at varðveita list.
Konservator Tom Egelund frá Nordisk Konservering greiðir frá komandi arbeiðinum við at seta altartalvuna í stand.
Tíðindaleiðari á Statens Museum for Kunst, Jakob Fibiger Andreasen, greiðir frá, hvussu komandi arbeiðið við altartalvuni verður kunnað gjøgnum stovnar og fjølmiðlar meðan arbeiðið fer fram.
Aftaná verður høvið hjá tíðindafólki og almenninginum at seta fram spurningar.
Fundurin verður tikin upp á film, sum liður í at dokumentera arbeiðið við altartalvuni.
Tað er Anette Olsen úr Danmark, ið ger filmsupptøkuna.
Eisini verður tíðindakvinnan Camilla Stockmann frá Politiken við á fundinum.
Kirkjuráðið vil hervið bjóða fjølmiðlum á kunnandi fundin fríggjakvøldið.
Vegna kirkjuráðið í Christianskirkjuni
Jógvan Ravnsfjall
kirkjuráðslimur
Onnur tíðindi