Skriva út

Kristian Oskar: - Sands kirkja hevur fylt nógv í mínum lívi

04.11.2022 Tíðindi
Kristian Oskar Henriksen, kirkjugangari á Sandi

- Tá ringast stendur til í lívinum, - hvønn er tað tá, at tú fellur aftur á? Jú, tá fellur tú bara aftur á Hann, sum kann bera teg víðari gjøgnum teir sváru dagarnar og tíðina aftaná teir, sigur Kristian Oskar Henriksen, kirkjugangari á Sandi 

Orð: Snorri Brend (www.folkakirkjan.fo)/Mynd: Gilli Brend í Hoyvík 

Sands kirkja – grein 3: - Ja, her eigi eg mín fasta sess!
Orðini eigur heimasandsmaðurin Kristian Oskar Henriksen, sum hevði leitað sær í Sands kirkju sunnudagin 9. oktober. Bæði altargongd og barnadópur vóru á skránni henda dagin.
At fara í kirkju er ikki fremmant fyri Kristian Oskari, sum so avgjørt hevur sæð týdningin av at kunna savnast soleiðis saman við øðrum í Guds húsi, bæði tá tað gekk við og ikki minst, tá tað gekk ímóti.

- Alt hetta við at kunna hava okkurt fast og trygt at halda seg til, ja, tað vistu teir gomlu føroyingarnir alt um. Teir kendu til at missa ein kæran – konan kundi missa ein mann á sjónum, og maðurin kundi missa konuna í barsilssong.

- Tey vistu, hvar troystin og hjálpin var at finna – í Harrans hondum. Tað var tí ikki so løgið, at tey leitaðu sær í kirkjuna, tí teir settu álit sítt á Harran. Kirkjan var fyri tey eitt frístað, her teir kundu søkja sær troyst og finna sær andaliga styrki í gerandisdegnum, greiðir Kristian Oskar frá.

Vit hittu hann til eitt stutt prát eftir gudstænastuna, har sóknarpresturin Havstein Klein hevði prædikað.
- Ja, mín bakgrund er her í kirkjuni, og tí eri eg so ofta, sum tað ber til í kirkju her.

Okkara sessur
Tað er altíð hugaligt at tosa við fólk sum hava havt sína dagligu gongd í kirkju alt sítt lív.
Her er oftast talan um fólk, sum eru komin væl til árs, og duga líkasum ikki at ímynda sær ein sunnudag ella heiligdag uttan at hava verið í kirkju.

Hinvegin finnast tað eisini onnur, og í munandi yngri aldri, sum eisini hava tikið avgerð um at fara til gudstænastu teir sunnudagarnar, tá tað ber til.
Ein teirra er 46 ára gamli Kristian Oskar Henriksen, ið hevur, so langt hann kann minnast, havt sína dagligu gongd her – onkutíð í álvara, onkutíð til hugaligar løtu, men til aðrar tíðir í gleði, eins væl og í sorg.

Kirkjugøtuna á Sandi kennir hann sera væl. Tí, sum hann sigur: - Eg eri næstan uppvaksin her í kirkjuni.

- Og ja, heilt aftur frá tí, sum eg kann minnast, og sum tey hava fortalt mær, so hava vit átt okkara sess her í kirkjuni. Omman og abbin vóru trúfastir kirkjugangarar, kanska serliga abbi mín, sum var klokkari her, greiðir Kristian Oskar frá.

Hann var leiddur í kirkju av teimum eldru, slapp onkutíð upp í tornið at ringja við abbanum, og soleiðis hevur tað bara hildið fram til dagin í dag.

- Í seinastuni hevur tað ikki altíð ligið fyri, tí eg havi familju og fult hús av børnum, sum mangan skulu av oynni sunnudagar til ymiskan ítrótt.

- Men annars eri eg her, tá eg kann, slær Kristian Oskar fast.


Í gleði og í sorg
Hóast síni 46 ár kann Kristian Oskar bara staðfesta, at Sands kirkja hevur verið ein rættiliga stórur partur av hansara lívi:

Hann var doyptur her hin 23. oktober í 1976, fermdur í 1990 og giftur her í 2004. Og so hevur hann eisini fylgt nógvum av sínum kæru til gravar hiðani.

- Ja, eg havi verið til jarðarferð her hjá ommu og abba mínum, hjá pápa mínum og mammu míni – og eisini, tá onnur av mínum kæru fóru foldum frá og vóru borin út hiðani.
- Eg kann tí bara staðfesta, at Sands kirkja hevur fylgt nógv í mínum lívi, sigur Kristian Oskar álvarsamur.

Og hann leggur aftrat:
- Hetta er tí í roynd og veru mítt andaliga heim, bæði tá gleði savnaði okkum, men so sanniliga eisini, tá tær syrgiligu løturnar vóru.

”Hann” bar meg       
Ein partur av gudstænastuni er sjálvandi prædikan. Henda sunnudagin 9. oktober – 17. sunnudag eftir trinitatis – var teksturin úr Markus kapittul 2, ta ferðina ið Jesus gekk fram við tollbúðini hjá Levi.

Frásøgnin er stutt – og greið! - tí Jesus sigur bara tvey orð við Levi : ”Fylg mær!”. Levi gjørdi skjótt av, reisti seg upp frá dagliga starvi sínum og fylgdi Jesusi eftir.

Kristian Oskar gav hesi prædikuni gætur, tí her var nortið við tey heilsusterku, sum ikki høvdu brúk fyri lækna, men víst var til tey, sum hinvegin høvdu ilt og tungt at bera. Alt hetta er nærum sagt inn í hansara egnu støðu og tær avbjóðingar, ið honum hava verið fyri í lívinum.

- Eg má bara siga, at í mínum tungastu døgum, havi eg mangan Gudi takkað fyri at eg vaks upp í einum kristnum heimi. Har lærdi eg, hvønn eg altíð kundi seta álit mítt á.

- Ja, ikki sannheit. Tá ringast stendur til í lívinum, hvønn er tað tá at tú fellur aftur á? Tá fellur tú bara aftur á Hann, sum kann bera teg víðari gjøgnum teir sváru dagarnar og tíðina aftaná teir, sigur Kristian Oskar álvarsamur.

Í sama andadrátti leggur hann aftrat:
- Skal eg vera heilt erligur, so hava tað verið nógvar tíðir í mínum lívi, har eg havi følt, at eg veruliga bleiv borin á Guds hondum. TAÐ ivist eg onga løtu í, og tí havi eg so nógv at siga honum takk fyri.

Góður sálmasangur
Sands kirkja er ein av gomlu trækirkjunum, og er í roynd og veru kirkja nummar seks á hesum staði. Tann fyrsta kirkjan er helst bygd her millum ár 1000 og 1100, altso fyri 1000 árum síðani.

At talan er um eina trækirkju ger sítt til, at kirkjan er so hugnalig og at sálmasangurin er stak góður.

- Ókey, eg eri ikki nakar góður sangari, men vit hava nakrar sera góðar sangkreftir sum standa har uppi við orglið og syngja fyri.

- Hesir eru ein sera góður stuðul fyri sálmasangin, serliga tá onkur nýggjur og ókendur sálmur skal syngjast fyrstu ferð, greiðir Kristian Oskar frá.

Hann endar prátið soleiðis:
- Tað plagar at vera orglið, sum verður brúkt til sálmasangin, men soleiðis var ikki í dag.  Opinbart var okkurt galið við orglinum, men urguleikarin brúkti so bara tað elektriska klaverið, sum stóð har frammi í kór.

- Eg haldi, at tað riggaði bara óføra væl, sigur Kristian Oskar Henriksen.
 
----

Hetta er onnur greinin um kirkjuna og kirkjulívið á Sandi.
Fyrsta greinin ”Ein av konfirmantunum hevði stórt skegg” kann lesast við at trýsta her.

Í triðju greinini verður eitt prát við deknin, Fridrikka Jensen um hennara tænastu við kirkjuna.