Skriva út
”Kringsatt av fiender” er IKKI ein sálmur
30.04.2012 Tíðindi

NOREG: Kirkjuráðið hevur avgjørt, at sangurin ”Til Ungdommen” – helst betri kendur sum “Kringsatt av fiender” – kemur ikki við í nýggju sálmabókina hjá norsku kirkjuni, sum kemur út í 2013.
Hesin sangurin fekk sín serliga týdning í sambandi við terror-atsóknina í Noregi hin 22. juli í fjør, og er yrktur av Nordahl Grieg í 1936.
Hóast góðu umrøðuna og fólksins tokka, er hann ikki við í sálmabókini hjá fólkakirkjuni, meðan katólska kirkjan í Noregi hevur avgjørt at taka hann við í sína sálmabók.
Ein teirra, sum ikki var fyri at taka sangin við í nýggju sálmabókina, er biskuppurin, Halvor Nordhaug.
Hann sigur bart út við norskar miðlar:
- Hetta er ein sera vakur sangur, eingin ivi um tað. Men hetta er eingin sálmur. Tað er eingin himmal yvir honum.
Ein teirra sum stríddist fyri at fáa sangin við í bókina var Kristin Gunleiksrud frá Oslo Biskupsdømi.
- Rættarmálið móti Anders Bering Breivik er byrjað. Í dag kann norska kirkjan senda eitt greitt signal til norska fólkið um at vit kunnu deila nakað hvør við annan, skilja hvønn annan og standa saman, segði hon.
Men tá til stykkis kom, var ikki meiriluti í Kirkerådet fyri at taka “Til Ungdommen” við í nýggju sálmabókina.
Her er teksturin til sangin, sum Nordahl Grieg yrkti og sum Otto Mortensen gjørdi lag til 16 ár seinni, í 1952.
TIL UNGDOMMEN
Kringsatt av fiender, gå
Inn i din tid!
Under en blodig storm –
Vi de til strid!
Kanskje du spør i angst,
Udekket, åpen:
Hva skal jeg kjempe med,
Hva er mitt våpen?
Her er ditt vern mot vold,
Her er ditt sverd:
Troen på livet vårt,
Menneskets verd.
Krig er forakt for liv.
Fred er å skape.
Kast dine krefter inn:
Døden skal tape!
Edelt er mennesket,
Jorden er rik!
Finnes her nød og sult,
Skyldes det svik.
Knus det!
I livets navn skal urett falle.
Solskinn og brød og ånd,
Eies av alle.
Dette er løftet vårt
Fra bror til bror:
Vi vil bli gode mot
Menneskenes jord.
Vi vil ta vare på
skjønnheten, Varmen –
som om vi bare et barn
Varsomt på armen!
Onnur tíðindi