Skriva út

Kríggj og friður

24.04.2022 Tíðindi

So var koronutíðin av. Nú varð liðugt við at grenja og finnast at. Vit fingu frælsið aftur, frælsið at mussa og taka í hond, at ferðast og bara at vera.

Øll hesi klóku fólkini, sum uggaðu, kunnaðu og átalaðu okkum dag og dagliga á skíggjanum, tey hvurvu, tí ósjónligi fíggindin, sum legði flogfør og skip og heil lond lamin, hann varð nú bastur. Vit vóru takksom fyri, at nú var liðugt og vit ruddaðu spritt og gula passið burtur í fjarar skuffur, men vit høvdu ikki meiri enn smoygt bláu maskuna av okkum, so dagaði annar fíggindi undan, sum als ikki var ósjónligur.

Júst sum tað tók at vára, og vakrar blómur byrjaðu at berja seg upp gjøgnum grønan svørð, og tjaldrið var væntandi og somuleiðis vónir um sjálv at fara á flog og aftur fegnast um onnur vøkur støð og lond í heiminum, - tá brásteðgaði alt.

Eg hoyri til eitt ættarlið, sum hevur hoyrt foreldur tosa nógv um seinna heimsbardaga og um at “vit skulu vera sera takksom at liva í frælsum og góðum landi”. Men alt hatta við frælsi og demokrati, hvussu nógv hava vit gáað um tað fyrrenn nú, tá mann varnast at alt kann hvørva so sera skjótt.

Tí vit hava nú aftur kríggj í Europa!

Vit øtast um ræðuleikan, vit síggja í sjónvarpinum, meðan vit sita í okkara fjálgu sofum og sutla kaffi. Tá vit ikki orka sorgarleikin longur, ja so kunnu vit bara sløkkja, men tað kunnu ukreinar ikki. Kvinnur, sum liggja og føða, verða bumbaðar, gamalmenni verða drigin út á gøtunar, børn hyggja við ræðsluslignum eygum at hesum devulskapinum, sum nú er í teirra umhvørvi.

Og vit kníta nevar og mutla um óndskap, sum vit annars hava hildið verið sukur og feitt. Men nú síggja vit veruligan óndskap.

Hóast vit sløkkja, so eru myndirnar úr Donbass og Mariupol brendar fastar á nethinnuni og kenslan av máttloysi og ráðaloysi fyllir ein.

Nógv hava verið ómetaliga røsk og dugnalig og hava roynt at hjálpt, har tey hava kunnað. Men sjálvt “miskunnsami sámariubúgvin” møðist og sagt verður, at vit “venja” okkum til at síggja henda ræðuleikan og góðskan minkar ella fjarar, tí vit orka ikki støðuna og lívið gongur miskunnarleyst víðari.

Í okkara parti av heiminum hava vit í koronutíðini rudda allan ágang, øll orð, góðgæti, grýlur, standmyndir og vaniljusukur burtur, tí vit skulu vera mansømilig og ikki gera okkum inn á onnur. Óhugsandi at nakar skal sláa nakran og ger nakar tað, so er tað revsivert.
Men í dag, so hyggja vit fjákut uppá hvønn annan og siga “altso hvar kemur hesin óndskapurin frá, hesin brutaliteturin”?

Og øll okkara etisku virði og stórir tankar verða endavendir. Vit hava livað eftir orðunum um “ikki at sláa í hel” og “at venda hin kjálkan til og fyrigeva”, og “stikk svørið í slíðran”, og “Faðir fyrigev teimum, tí tey vita ikki, hvat tey gera”, men í hesum døgum savna fólk og nakrir prestar pengar inn, sum skulu brúkast til vápn hjá ukreinum, tí teimum tørvar vápn at verja seg við, men hetta setir samstundis tann, sum sendir 200 krónur til vápn í eina etiska tvístøðu, tí nú kanst tú heima í sofuni síggja russiskan drong, sum er noyddur í kríggj, verða skotnan av kúlu, sum tú hevur fíggjað.

Og kunnu vit liva við tí ...ella hava mannalív ymisk virði?

Sum tú sáar, skalt tú heysta. Kanska byrjar alt heima hjá tær og mær, tá vit fáa nýborið barn í okkara armar, tá liggur tað í okkara hondum at ala upp barn, sum roynir at vinna á tí ónda við tí góða, sum verður mint á demokrati og sær gávuna í frælsum landi, har onki er fjøtrað, hvørki orð ella list ella trúarlív ella nakað.