Skriva út

Konsertir við norskum kóri og tónleikarum

31.05.2022 Tíðindi

Komandi vikuskifti vera konsertir í Fuglafjarðar kirkju og í Vesturkirkjuni við kendu norsku tónleikarunum Iver Kleive og Knut Reiersrud og Oslo Bach-kórinum.

Knut Reiersrud og Iver Kleive hava seinastu 30 árini havt nógvar konsertir saman og hava onkursvegna skapað sína heilt egna tónleikastíl, har bluesguitarin og kirkjuorglið hittast og spæla saman.

Teir báðir fingu í 1992 “Spellemannsprisen” fyri tónleikaverkið “Blå Koral”. Stóra verkið “Náði”, sum byggir á sálmin “Overmåde fuld af nåde” varð brúkt til setanarstevnuna til olympisku leikirnar í Lillehammer í 1994. Í 1996 góvu teir út fløguna “Himmelskip”, í 2006 “Nåde over nåde” og í 2018 “Natt i desember”. Harumframt hava teir hildi eitt ótal av konsertum og givið út tvær fløgur saman við danska sangaranum Poul Dissing.

Nú koma teir báðir til Føroya og hesa ferð hava teir við sær Oslo Bach-kor, sum Ivar Kleive stovnaði í 1988 og enn stjórnar. Saman við kórinum fara teir at framføra kend og væl dámd klassisk løg og kendar sálmar og sangir. Umframt mangt annað eitt úrval av kendum Bach-koralum sum “Jesus bleibet meine Freude” og “Vár Guð er føst og haldgóð borg”, men eisini “Hin signaða dag” av Weyse og Grundtvig, “Bryllupsmarsj” og “What a wonderful World” sum Kleive og Reiersrud hava skipað.

Vælkomin til eina stórfignað konsert í Fuglafjarðar kirkju leygardagin 4. juni kl. 17 og í Vesturkirkjuni sunnudagin 5. juni kl. 18.