Skriva út

Konsertir við Dreingja- og manskórið

23.05.2022 Tíðindi

Komandi viku verða konsertir við Dreingja- og manskórinum úr Dómkirkjuni Haderslev.

Leiðari er organisturin í Dómkirkjun Henrik Skærbæk Jespersen. Tað var hesin sami Henrik, sum í 2019 var í Føroyum við “Orguldreingjunum” úr Haderslev. Hesaferð hevur hann 50 sangarar í aldrinum 9 ár og uppeftir við sær. Teir ungu dreingirnir syngja allir sopranstemmurnar meðan teir vaksnu syngja alt, tenor og bass.

Kórið hevur ferðast víða um og fleiri ferðir sungið fyri teim kongaligu til barnadóp og onnur høvi. Teir hava sungið í øllum dómkirkjunum í Danmark og fara teir eisini at syngja til guðstænastuna í Havnar kirkju sunnudagin 29. mai kl. 11.

Kórið fer eisini hava fleiri konsertir meðan teir eru í Føroyum:

  • Kr. himmalferðardag hósdagin 26. mai kl. 20 verður konsert í Christianskirkjuni í Klaksvík
  • Fríggjadagin 27. mai kl. 20 verður konsert í Fríðrikskirkjuni á Toftum
  • Leygardagin 28. mai kl. 16 verður konsert í Hoyvíkar kirkju
  • Sunnudagin 29. mai syngur kórið sum nevnt til guðstænastuna kl. 11 í Havnar kirkju

Á skránni er danskur svenskur og enskur kórtónleikur og sum eykanummar fer kórið at syngja eina útseting sum kórleiðarin hevur gjørt av vælumtókta sanginum hjá Steintóri Rasmussen “Tað kundi verið eg”.