Skriva út

Konsertferðin endað: 61 konsertir í 61 kirkjum

30.09.2021 Tíðindi
Mynd: Magni á konsert í Dómkirkjuni. Hans Emil slapp at syngja tveir sangir, sum hann sjálvur hevði ynskt. Hetta var ein serstøk løta fyri fólkið í kirkjuni, Magna – og Hans Emil, sjálvandi.

Countrysangarin Magni Christiansen úr Vestmanna setti sær fyri at vitja allar tær føroysku kirkjurnar við sangi og boðskapi sínum. - Nú eri eg altso komin á mál. Sunnudagin var eg aftur, har ið eg byrjaði – í heimbygdini Vestmanna, sigur hann.

Orð: Snorri Brend/Myndir: Magni Christiansen.

VESTMANNA: - Hetta hevur verið ein sera strævin tíð. Tað má eg bara siga. Men tað hevur samstundis verið heilt fantastiskt at koma soleiðis runt at práta við øll hesi mongu fólkini í bygd og í bý, greiðir Magni Christiansen frá.

Nú hann hyggur aftur á hesa rundferðina, kann hann líta aftur á nógvar góðar og serstakar konsertir. Onkutíð vóru bara tvey fólk og lurtaðu, og í eini aðrari lítlari bygd var kirkjan fullsett, tí eitt stórt ferðalag var í bygdini júst tá.

- Eg hugsaði kortini ongantíð um, hvussu nógv fólk komu til mínar konsertir. Eg fór allíkavæl, tí eg hevði bara eittans ynski, sum var, at tey sum komu í kirkjuna, skuldu fáa okkurt gott heim aftur við sær, slær Magni fast.

Hann kann somuleiðis líta aftur á eitt sera strævið – men kortini gott – vikuskifti í Sandoynni, har hann hevði so mangar sum seks konsertir leygardagin og sunnudagin.

- Men hvat ger tað, tá eg soleiðis havi kunnað fingið boðskapin um Jesus út við sangi mínum?

SYNGJA JÓLINI INN
Kann Magni líta aftur á allar hesar 61 konsertirnar eftir einans sjey mánaðum, so standa longu nú nógvar góðar løtur fyri framman:

Í roynd og veru hava fleiri av kirkjunum biðið hann um at koma aftur til tær at syngja og spæla.

Hann nevnir sum dømi, at hann er biðin at koma til Nesvíkar at syngja, tá fuglfirðingar hava bygdarlegu har. Hann skal aftur ein túr til Sandvíkar, og so skal hann í november til Húsar, tá tey fara at syngja jólini inn.

- Hetta er sera stuttligt at uppliva. Gott er at vita, at tey høvdu eina góða uppliving, tá eg vitjaði tey – og at tey vilja hava meg aftur, sigur Magni Christiansen brosandi.

EYKA STÓLAR
Tey seinastu mongu árini hevur Magni bæði sungið alment og givið út ein hóp av fløgum við góðum innihaldi. Tann fyrsta bar heitið ”Her glaður eg ferðist” og kom út í 1997.

Magni er greiður um, at ein andalig fløga hevur ein greiðan boðskap, og hansara ynski hevur altíð verið at fáa Guds orð út til føroyingar gjøgnum sín sang.

Og sum hann tekur til: - Eg eri ein sera spontanur persónur, og henda eina dagin kom tankin til mín: ”Tú, Magni, hví fert tú ikki at hava eina útgávukonsert í hvørji einastu kirkju í Føroyum?”

Hann hevði ikki meiri enn hugsað tankan, so rakti ivin hann: Ókey, hetta mundi fara at ganga, hóast hann samstundis gjørdist greiður um, at tað vóru samfullar 61 kirkjur í Føroyum!

- Men altso, nú hevði eg sagt tað, so eg mátti bara halda hetta lyfti. Eg legði alt í Guds hond, og helt so avstað!

Og tað gjørdi hann við teirri fyrstu konsertini mikudagin 3. februar í Vestmanna, og síðani helt hann leiðina fram kring allar oyggjarnar.

Leygarkvøldið hevði hann konsert nr. 61 og ta seinastu í Sands kirkju, og sunnukvøldið var hann so aftur í Vestmanna.

- Og vilt tú trúgva tí, so vóru so nógv fólk komin í Vestmanna kirkju til hesa seinastu konsertina, at tey máttu seta eyka stólar inn.

- Aftaná var boðið til eina hugnaliga samkomu í missiónshúsinum við suppu og øllum øðrum góðum afturvið, greiðir Magni frá. - Har vóru eisini nógv avbygdarfólk at síggja!

TAKA UPP Í FØROYUM
Magni hevði eitt greitt endamál við hesi konsertferðini kring oyggjarnar:

Í fyrsta umfari var tað at selja fløguna sum júst er komin út. Í øðrum lagi var endamálið at syngja gleðiboðskapin um Jesus út til føroyingar. Og í triðja lagi var endamálið selja fløgur, soleiðis at hann kundi savna inn pening til ta næstu fløguna, sum skal – ella rættari sagt: skuldi – takast upp í USA.

- Eg sleppi tíverri ikki til USA at taka fløguna upp, vegna korona. Men eg komi ístaðin at taka hann upp í Føroyum, avdúkar Magni spentur á málinum.

Hann hevur sín egna bólk, sum spæla undir, tá hann vanliga syngur til aðrar konsertir. Hesin bólkurin hevur tó longu roynt seg saman við Magna sínum í sanginum ”Kærleikslyftið”, sum Magni og konan Elsi góvu út í summar. Hesin bólkurin verður tann, sum nú sleppur at royna seg saman við Magna til eina fløguútgávu.

- Tað gleði eg meg ordiliga nógv til. Fyrimunurin er, at teir koma at spæla bæði á fløguni og til útgávukonsertirnar, og tí verður ljóðið eins bæði á fløguni og til konsertirnar.

- Hesir fýrarnir, - teir duga alvorliga sítt kramm, skal eg heilsa og siga!