Skriva út

Konsertfelagið skipar fyri orgul og trompetkonsert við og Michael Bawtree og Johan Hentze

18.09.2012 Tíðindi
Konsertfelagið skipar fyri orgul og trompetkonsert við og Michael Bawtree og Johan Hentze

Í Fuglafjarðar kirkju mikukvøldið 19. Sept. Kl. 19.30

Í Havnar kirkju sunnudagin 23. Sept. Kl. 16.00

Skrá:

Michael Bawtree

Michael Bawtree er úr Edinburgh. Hann hevur lisið tónleik og urguspæl á Christ's College á Cambridge University og arbeiðir bæði sum organistur og dirigentur. Hann er kórleiðari hjá Edinburgh Royal Choral Union og Glasgow Chamber Choir. Hann hevur áður stjórnað Scottish Chamber Orchestra og the Orchesra of Scottish Opera. Michael er úrmælingur sum dirigentur og hevur stjórnað fleiri stór kór- og orkesturtiltøk bæði í Skotlandi og aðrastaðni. Nú mentanarvikan verður í Fuglafirði , er tað samstarvið ímillum kommununa og Fuglafjarðar Sangkór, sum ger tað gjørligt at fáa hann hendan vegin.

Johan Hentze

Johan Hentze er av Kambsdali, byrjaði sum 9 ára gamal at spæla trompet í Fuglafjarðar musikkskúla. Hann fór uttanlands at lesa víðari á The Royal Scottish Academy of Music and Drama, har hann fekk sína Bachelor, Post graduate og Masters útbúgving. Johan vann eisini "The British Reserve Prize" fyri arbeiði innan barokk tónleik. Johan arbeiðir nú sum freelance trompetleikari í Glasgow, og Bretlandi sum heild. Hann spælir alt frá klassiskum til sessión tónleik við popp orkestrum. Johan er eisini limur í Aldubárini.