Skriva út

Konsert í Vesturkirkjuni

20.09.2021 Tíðindi

Íslendski tónleikabólkurin ”Aulos Flute Ensemble” heldur eina konsert í Vesturkirkjuni leygardagin 25. september kl. 19:00.

Aulos Flute Ensemble varð stovnað í 2019, av Pamelu De Sensi, Petreu Óskarsdóttur og Kareni Karolinudóttur, men tær hava spælt saman í fleiri ár. Endamálið við bólkinum er m.a. at stuðla nýhugsan innanfyri verk fyri djúpar floytur, t.e. altfloytu, bassafloytu og kontrabassafloytu.

Konsertin kallast ”Perlur Japans og Íslands”.

Aulos Flute Ensemble framførir við stórum og smáum floytum, og áhoyrarar ferðast frá einari oyggj til eina aðra og fáa tveir heimar, eyst og vest at tosa saman. Talan verður soleiðis um spennandi samspæl ímillum tveir heimar.

Áhoyrarar hoyra verk eftir Michio Miyagi, Kolbein Bjarnason, Hiroshi Arakawa, Steingrím Þórhallsson, Hirokazu Fukushima, Oliver Kentish og eitt verk eftir Steingrím Þórhallsson verður frumflutt.

Skrá og nærri um bólkin:

Michio Miyagi: Haru No Umi (The Sea in Spring)
Kolbeinn Bjarnason: Tre pezzi per tre flauti

I. Agitato
II. Tranquillo
III. Cantabile

Hiroshi Arakawa: The Farthest Hill
Steingrímur Þórhallsson: Ís og eldur
Hirokazu Fukushima: Fantasia on a Theme of Syrinx
Oliver Kentish: Divertimentino

I. Inquieto
II. Con calma
III. Impertinente

Hirokazu Fukushima: Snow Reflection Fantasy
Steingrímur Þórhallsson: Nýtt verk premiere.