Skriva út

Konsert í Hoyvíkar kirkju

08.06.2023 Tíðindi

Týsdagin 13. juni kl. 19.30 verður konsert í Hoyvíkar kirkju við sangi og orgul- og klaverspæli.

Tað eru sangarindan Maria Bonnet Høyer og organisturin og klaverleikarin Poul Skjølstrup Larsen, sum saman hava gjørt eina konsertskrá, sum tey kalla “Hjertekoncert” – “Hjartakonsert”.

Innihaldið í skránni eru sangir, sum kunnu setast í samband við bæði til tann jarðiska kærleikan og tann gudómliga kærleikan í øllum teim mongu sjónarhornum fyribrigdið finst í. Sangirnir eru úr nógvum ymiskum pørtum av tónleikasøguni. Væl kendir klassiskir sangir, opera-ariir, norðurlendskir fólkasangir, úr sangleikum og filmstónleiki. Skráin verður eisini snikka til, so hon hóskar til stað og árstíð. Dentur verður lagdur á, at tað ikki bara er nakað fyri oyra, men eisini tað sjónbæra samskiftið er í hásætinum – somuleiðis sambandið við áhoyrarnar.

Marie B. Høyer er sangari, musikpædagogur og verkstovuinstruktørur. Hon er útbúgvin kirkjusangari og fólkaskúlalærari og kirkjutónleikari ís Sæby og Gershøj í Lejre á Sælandi. Poul Skjølstrup Larsen var fyrst í 20 ár organistur í Christianskirkjuni í Fredericia har hann leiðari av dreingjakórinum og síðan eisini í 20 ár organistur í kirkjuni í Løgumkloster. Hann er í Føroyum í samband við próvtøkur í orgulspæli í Tórshavnar musikkskúla.