Skriva út

Konsert í Havnar kirkju leygardagin

07.04.2022 Tíðindi

Leygardagin 9. apríl kl. 17 hevur kórið Eystanljóð várkonsert í Havnar Kirkju.

Kórið Eystanljóð er eitt blandað kór staðsett í Eysturkommunu. Í kórinum eru 25 sangarar í øllum aldrum og kórleiðari er ungi havnarmaðurin, Jákup Dahl Wardum.

Á skránni til hesa konsertina er long røð av føroyskum og norðurlendskum kórperlum, umframt tveir sangir hjá Eivør, ið Tróndur Bogason hevur sett út til kór.

Kórið fer á kórferð til Firenze seint í apríl, og er hendan konsertin ein liður í fyrireikingunum til ferðina.