Skriva út

Konsert í Havnar kirkju

16.08.2021 Tíðindi

Týsdagin 17. august kl. 19.30 verður konsert í Havnar kirkju við hornblástri. Tað er hornorkestrið Trut Brass Band sum fer at spæla eina skrá við góðum og fólksligum tónleiki.

Orkestrið er á vitjan í Føroyum og fer eisini at hava konsertir aðrastaðni enn í Havnar kirkju. Í orkestrinum eru 17 tónleikarar og í fylginum eru eisini hjúnafelagar og onnur.