Skriva út
Kongur vildi sleppa í Glyvra kirkju
24.02.2012 Tíðindi

Tað er ikki á hvørjum degi, at ein kongur vitjar eina bygd ella eitt føroyskt heim í fleiri dagar. Men fyrr í mánaðinum fekk eitt heim í Saltangará vitjan av einum kongi fyri ein ættarbólk í afrikanska landinum Gana.
Hetta hendi hvørki av óvart ella av tilvild, men var nakað sum afrikanski kongurin, við serstaka navninum nevndur Nana Bosumpim 2., hevði sæð fram til.
Orsøkin til vitjanina var ein brúðarvígsla sum varð hildin her leygardagin 28. januar í ár. Her varð ein bróðurdóttir kong, Beatrice gift føroyska manni sínum, Jonhard á Marknagarði.
Somu kirkju
Ætlan hansara var sjálvandi at vera við til brúdleypið í januar, men av ymiskum orsøkum bar hetta ikki til.
Hann ynskti nú at koma til oyggjalandið í Norðurhøvum og vitja í Saltangará, har bróðurdótturin býr.
- Vit ynsktu somuleiðis at sleppa í somu kirkjuna, har sum vígslan fór fram. Og tí var tað ein heilt serlig løta, tá vit fóru í kirkju á Glyvrum, har Meinhard Bjartalíð prestur prædikaði, greiddi hann íðin frá í stuttari samrøðu við Sosialin.
Í heimlandi hansara tosar ættarbólkur hansara eitt mál ið kallast TWI, men tá hann samskiftir við onnur er tað á enskum máli.
- Vit skiltu sjálvandi ikki nógv av tí sum presturin segði undir gudstænastuni, men tað var ein góð løta. Tann andaligi parturin hevur eisini nógv at siga fyri okkum.
Nana Bosumpim 2. kongi dámar annars sera væl í Føroyum, men hann kundi kortini ynskt sær eitt sindur meiri av lýðku.
- Her er rættiliga kalt í mun til hjá okkum – men tað er so sanniliga eisini vakurt at síggja Føroyar fjaldar í kava, sigur hann.
Tey steðgaðu í Føroyum nakrar dagar aftrat, áðrenn leiðin varð løgd heimaftur til Gana - og hitan.
Orð og mynd: SB
Onnur tíðindi