Skriva út

Konfirmantar stórtrivust í Nesvík

20.04.2012 Tíðindi
Konfirmantar stórtrivust í Nesvík

16. og 17. mars vóru um 130 konfirmantar á legu í Nesvík. Hetta er triðja árið, at konfirmantunum í landinum stóð í boðið at koma á eina felags konfirmantalegu. Tað eru prestarnir, sum møta, ið skipa fyri. Ein várlega og ein heystlega hava verið hetta sama tíðarskeiðið.

Evnini hava verið ymisk undanfarin ár. Eina ferð var evnið Móses, eina ferð Jesus og Maria, men hesa ferð var evnið trúarjáttanin. Prestarnir undirvístu í hvør sínari trúargrein, og ein tók avnoktanina.

Konfirmantarnir hesa ferð vóru úr Suðurstreymi, Suðuroynni og úr Eysturoynni. Umframt bíbliutímar, var nógvur sangur á skránni – onkur helt ov nógvur – og spæl. Veðrið var gott, so konfirmantarnir ráðhugnaðu sær uttandura. Summir róðu í bátahylinum, aðrir hoppaðu á stóru hoppipútuni, aðrir tóku lut í eini fótbóltskapping og restin hugnaðu sær á annan hátt.

Um kvøldið var lættari skrá við sangi og undirhaldi.

Prestarnir vóru Símun P. Jacobsen, Jónsvein Bech, Sonja Klein, Ann Dahl Hansen, Sverri Steinhólm, Derhard Jógvansson og Bergur D. Joensen.

Høvuðskokkur var Sverri Steinhólm. Hann hevur verið fastur í tí sessinum á øllum hesum felags konfirmantalegunum í Nesvík. Og væl lá fyri hjá honum og køksfeløgum hansara. Frálíkur matur. Ung fólk úr Meinigheitshúsinum í Havn hjálptu væl til í køkinum, og næmingar í bíbliuskúlanum (ella rættari lærusveina-skúlanum) PODAS vóru kamarsleiðarar.

Hesir næmingar hava hjálpt til á hesum legum seinastu trý árini. Av tí at tað er trupult at finna nógvar kamarsleiðarar, og tí at tað er gott at prestar kunnu fáa sunnudagin til kirkjuliga tænastur, um tað er okkurt, so hevur seinastu ferðirnar verið roynt at havt hesa leguna frá fríggjamorgni til leygarkvøld. Hetta er í dagtímum á leið tað, sum er, tá ið legurnar eru alt vikuskitið.

Prestarnir, sum vóru á leguni, takka hjartaliga leiðarunum sum tóku sær tíð til okkum. Hølini í Nesvík eru av teimum bestu til slíkar legur.

Næsta konfirmantalegan verður 23. og 24. november 2012.

Orð: BDJ