Skriva út

KOMIĐ OG SYNGIĐ VIĐ Í CHRISTIANSKIRKJUNI - ALTJÒĐA- OG FØROYSKT SÁLMAKVØLD

02.08.2021 Tíðindi

Týskvøldið, 03. august kl. 20.00, vilja vit fegin bjóðað øllum til sang- og sálmakvøld í Christianskirkjuni. Eitt sang- og sálmakvøld fyri allar aldursbólkar.

Vit fara at syngja sálmar úr sálmabókini, enskar hymnur viđ fylgispæli frá Klaksvíkar hornorkestrið, sálmar úr sálmaískoytinum, umfram onkrar barnasangir.

Bert fyri at nevna nakrar av sálmunum verđa m.a. hesir sálmar : "Amazing grace", "Algóði Gud mín fađir er", "Mín bátur er lítil", "Tann dagur tú gavst", umframt nógvir aðrir kendir sálmar. Litturgur verður Marjun Lómaklett, sum kemur at hava eina stutta andakt.

Aftaná er ein drekkamuður ì kirkjukjallaranum.