Skriva út

Komandi stiftsfulltrúi

06.09.2022 Tíðindi

Í summar søkti Føroya Stiftsstjórn eftir fulltrúa, nú Andrias Ziska legði frá sær vegna aldur.

Hann tók við starvinum stutt eftir, at málsøkið fólkakirkjan var yvirtikið. Vit takka Andriasi fyri tíðina hesi 14 árini.

Áhugin fyri tøka starvinum sum stiftsfulltrúi var stórur, og 18 umsøkjarar søktu.

Tað verður Katrin Joensen, sum tekur við starvinum sum stiftsfulltrúi.

Katrin hevur eina Cand. mag. útbúgving umframt ein yvirbygning í løgfrøði, og hevur í mong ár starvast sum fulltrúi á Stjórnarskrivstovuni á Landssjúkrahúsinum.

Hon byrjar í starvinum tann 1. oktober.

Vit ynskja Katrini Joensen hjartaliga vælkomna á skrivstovuna í Biskupsgarði sum stiftsfulltrúi.

biskupur