Skriva út
Klumma: Alt her í lívinum er eitt val.
26.03.2026 Tíðindi

Enn er føsta. Og í føstuni er meiningin at minka um matin og lata friðin falla yvir ein og hugsa um, hvør eg eri. Er tað rætt, sum eg geri? Kundi eg gjørt nakað øðrvísi? Og skuldi eg fari og etið mína síðstu máltíð í ár, eri eg so til reiðar ? Havi eg frið við familju, granna og arbeiðsfelaga ?
Leggja vit so nógvan dent á mat, kilo og vøddar, at vit hava gloymt vísu orðini, at tað er ikki tað, sum kemur inn í munnin, sum ger okkum órein, men tað sum kemur úr munninum?
Vit siga onkuntíð, at hon ella hann fekk tungan kross at bera. Krossurin er tekin um eina byrðu, nakað vit knógva undir.
Í dag hongur krossurin hjá mongum sum prýði um hálsin, sum tekin um frælsi og lív.
Krossurin, sum var eitt ræðuligt torturreiðskapur hjá rómverjum, hevur fingið øvugtan týdning. Hugsa tær, at vit høvdu ein elektriskan stól sum hálsprýði, tað vildi verið sjúkt.
Í hesum døgum verður bønað og biðið um okkara kross, at vit seta krossin júst við ta kvinnuna ella tann mannin. Og vit smíla fáliga og kenna okkum sperd og gingin ov nær, tí skal eg siga sannleikan ella skal eg lúgva um, hvar eg seti krossin ? Skal eg lata valið vera eitt lunkað val, har eg fjali meg ?
Og vit lesa og síggja valevni verða tráspurd:
“Jamen, hvat heldur tú um hatta, hvat lovar tú mær, kann eg líta á tað, sum tú sigur ?” Og vit kenna okkum sum tongul í brimi eina løtu.
Krossurin verður settur og seinni varnast vit eftir um viðkomandi helt tað, sum sagt var ella alt bara var heit luft.
Vit eru í føstuni nú, kirkjuliga tosað. Eru hetta tómir siðir ella leggja vit ein djúpri týdning í teir?
Fagrir reyðir dagar á jólum, gulir dagar á páskum og skæru grønu litirnir á hvítusunnu. Men hvat lova hesir dagar ? Hvat skal eg brúka teir til ?
Vit hava tamarhald á pulsi og blóðtrysti og konditali. Vit eru tilvitaði um purrur og hvítleyk og hvat er sunt og gott og ikki. Og tað er gott at fara væl um kropp og likam, men sálin ? Hvat fylli eg í hana, tá hon rópar á meg? Tá hon er skralltóm ella full av influensarum og tik tok og sjálvhjálparbókum.
Vikan, sum kemur, er dymbildagavikan, tá alt skuldi verða kvirt. Tá var bundið um kúlvin í kirkjuklokkuni, so ljóðið varð stilt. Vit hava skírisdag og so langa fríggjadag, sum onkursvegna hevur mist sín týdning, tí vit hava eisini langar leygardagar í samfelagnum, sum vit tongja at hakkikjøti og flatskermum, ella svartan fríggjadag, har tað aftur eru marknaður og nýtsla sum ræður.
Hvat havi eg brúkt føstuna til ? Havi eg bert roynt at betra konditalið ella havi eg roynt at funnið eina vón í tí mest effektiva influensarinum, sum hevur um 2,4 milliardir fjepparar? Um eg eri fjeppari, eri eg so ein virðiligur fjeppari ella ? Vit ganga nógv til krossfit, har vit skulu brúka kroppin, so vit fáa sterkari vøddar og betri andadrátt, men yvirskipað kunnu vit siga, at føstan eisini kann vera ein háttur at gera okkum krossfit?
Profetar og onnur klók og vís menniskju hava roynt at borið boðskapin til menniskjuna, at aftanfyri kross og grøv bíðar ljós og hiti, men illa gekk og gongur at fáa menniskjuna at skilja, so Sonurin mátti uppá krossin og drepa deyðan, so menniskjan kundi skilja. Skilja og skilja er kanska í so nógv at siga, tí tá tað snýr seg um trúgv, so ert tú noydd at krossfesta títt egna vit og skil fyri at hóma annan veruleika.
Og alt sum er lovað mær “hinumegin kross og grøv” trúgvi eg hendi mær og eru lyfti, sum ikki fara við vindinum, sum krossurin eg seti á hvítt pappír í morgin.
Alt í lívinum skarðast og krossast og higani sprettur valið til tað tímiliga og tað æviga.
Tað er so tað !
Onnur tíðindi