Skriva út

Kirsten Donskov Felter innsett í Viðareiðis kirkju

18.03.2012 Tíðindi
Kirsten Donskov Felter innsett í Viðareiðis kirkju

Hóast heldur illfýsið í veðrinum við kava og vindi, varð tað ein góð og tignarlig løta í Viðareiðis kirkju, tá Kirsten Donskov Felter var innsett sum prestur í Norðoya eystara prestagjaldi, Eystan Múla. Væl av fólki var komið til innsetanina í kirkjuni. Kirkjan var sera vøkur og fjálg. Uni Næs, dómpróstur stóð fyri innsetanini og harumframt vóru prestarnir í Norðoya vestara prestagjaldi, Heri Joensen umboðandi kirkjuráðið í Svínoy og Sonja Klein úr Havn.

Aftaná innsetanina var farið á Hotel Norð til ein góðan døgurðabita. Fleiri talur vóru hildnar og fólki hugnaði sær og fingu heilsa uppá nýggja prestin.

Kirsten Donskov Felter verður í Ónagerði inntil 31. juli.

Orð og mynd: anh