Skriva út

Kirkjutænarar heiðraðir í Hesti

10.01.2012 Tíðindi
Kirkjutænarar heiðraðir í Hesti

Eftir Berg D. Joensen, sóknarpresti

1. januar var hátíðarløta í Hest kirkju. Undir gudstænastuni henda nýggjársdag vóru kirkjutænararnir báðir, Ansgar Emil Lenvig, klokkari, og Jørmund Sæbjørn Zachariasen, urguleikari, heiðraðir við tænastumedalju í silvuri frá Hennara hátign Margrethu drotning II.

Tað var biskupur, Jógvan Fríðriksson, sum hevði taluna fyri teimum báðum kirkjutænarunum, meðan sóknarprestarnir í sóknini tóku lut í restini av gudstænastuni. Heri Joensen hevði prædikuna, meðan Derhard Jógvansson og Bergur D. Joensen vóru liturgar ávikavist fyrrapart og seinnapart av gudstænastuni. Altargangur var og fitt av fólki, harav avvarandi til teir báðar, Ansgar og Jørmund. Eftir gudstænastuna bjóðaði Ruth Lyngvej kirkjuráðsformaður til døgurða og hugnaliga samveru, sum kirkjuráðið hevði skipað fyri. Har var eisini høvi hjá øðrum at siga nøkur orð.

Biskupur talaði

Í talu sínari lýsti Jógvan Fríðriksen biskpur kirkjuna, sum stendur mitt í bygdini, har fólkið býr, við at knýta til Sálomons tempul, og so legði hann aftrat viðvíkjandi tænarunum í kirkju okkara: “Kirkjuliðið virðismetir kallið sum kirkjutænari. Ein kirkjutænari livir við í fólksins gerandisdegi bæði í gleði og í sorg. Vanligar sunnudagar og løtur við frægd og gleði um dóp og brúðarvígslu. Og aðrar løtur, tá eygu ikki síggja klárt, og tárini renna, og hjartað grætur. Tænarin gjørdi tænastu í halgidóminum, var á staðnum”. Biskupur takkaði síðani Ansgari og Jørmundi fyri bæði trúgva og drúgva tænastu “Gudi til heiðurs og menniskjum til signingar” og ynskti teimum báðum, kirkjuliðnum og øllum, ið vitjaðu oynna, eitt gott nýggjár og Harrans ríku signing. Eftir hetta rætti biskupur teimum báðum bræv frá drotningini, og festi hann síðani tænastumedaljurnar á bringu teirra.

Ansgar klokkari

Ansgar Emil Lenvig, sum er føddur 13. februar 1935, tók við sum klokkari eftir faðirin og abban, 14 ára gamal, í 1949. Faðirin, Hans Fredrerik Lenvig, var hestmaður og mamman, Súsanna Malena, fødd, Joensen, var nólsoyingur. Ansgar var yngstur av seks systkjum. Ansgar er giftur við Karolinu, fødd, Hansen úr Gøtu, og eiga tey 5 børn - Honnu, Súsonnu, Eyðfinn, Karstin og Sólrun. Hann hevur verið sjómaður, bátasmiður, bóndi og timburmaður og hevur seinastu árini arbeitt í fiskaaling. Trúfastur og samvitskufullur hevur Ansgar verið klokkari líka til nú. Hann var kirkjunnar einasti klokkari í 46 ár, frá 1956 til 2002. Av heilsuávum hevur Ansgar verið eykaklokkari seinastu 10 árini. Umframt hetta, hevur Ansgar sitið í kirkjuráðnum í samfull 40 ár.

Jørmund urguleikari

Jørmund Sæbjørn Zachariasen, sum er føddur 20. november 1941, gjørdist urguleikari longu sum 17 ára gamal, í 1958. Jørmund er sonur Johan Zachariasen og Óluvu Signhild, fødd, Danielsen. Bæði úr Hesti. Miðlingur er hann av 5 systkjum. Jørmund hevur verið sjómaður og bóndi. Í 1956 tók hann við í bygdini saman við faðiri sínum fyri elverkinum í bygdini. Seinastu, um 40 árini, hevur hann røkt hesa uppgávu einsamallur. Fyrstu árini umsat Jørmund urguleikaratænastuna saman við Hans Edvardi, sum lærdi Jørmund urguspæl. Trúfast og álitisfult hevur Jørmund verið kirkjunnar einasti urguleikari í hálva øld! Jørmund hevur sitið í kirkjuráðnum í 8 ár.

Heri Joensen prædikaði

Í prædiku sínari útlegði Heri Joensen prestur partar av Faðirvár, og hvussu vit eiga at biðja, og hvussu vit ikki eiga at biðja. “Vit skulu ongantíð biðja fyri at fáa okkara egna vilja ígjøgnum”. Við sínum 7 bønum, einari bøn til hvønn dag í vikuni, er Faðirvár “førningur at byrja hitt nýggja árið við”, segði Heri, og legði aftrat, at Faðirvár “spennir yvir alt mannalívið”, og at vit eru “børn av tveimum heimum” - tí andliga og tí verðsliga. Heri legði dent á bønina “Gev okkum í dag okkara dagliga breyð”. Daglig, merkir “fyri dagin í dag”, og nýtast vit tí ikki at samla ella stúra, tí Gud tekur sær av okkum.

Orð at enda

Sum biskupur segði, so er tænastan sum kirkjutænari bæði “í sorg og gleði”, heilagt og gerandis, og tænarin má vera “á staðnum” í halgidóminum. Tað er eitt trúfesti, sum verður væntað av honum, óansæð umstøður. Tí, sum sóknarpresturin prædikaði, so er tað fyri neyðini, at vit fáa okkara “dagliga breyð” - eisini andliga breyð. Sum likamið livir av breyði, livir trúgvin av orðinum - av gleðiorðinum um Harra okkara og Frelsara, Jesus Krist.

Teir báðir, Ansgar og Jørmund, teljast millum teirra, sum hava bygt land - ja, meira enn land! Teir hava í fleiri enn 50 ár lagt til sjálvt grundarlagið undir samfelag okkara og mentan sum er kristna trúgvin.

Ólønt og uttan viðurlag hava teir tænt sínum Harra og sínum bygdafólki. Teir hava verið trúgvir, har teir eru settir, og teir tæna við tí, teimum er givið frá Skaparanum. Æran er tí Guds.

Tillukku Ansgar og Jørmund! og Harrans ríku signing yvir tykkum og tykkara!