Skriva út
Kirkjuráðsvalið verður í Sandavágs kirkju
20.10.2025 Tíðindi

Tey, ið fara á val at velja nýtt kirkjuráð í Sandavágs kirkjusókn, skulu fara í Sandavágs kirkju og ikki á kommunuskrivstovuna í Sandavági, sum tað stendur á valkortinum, fólk hava fingið sendandi við posti.
Eins og gjørt varð í samband við kirkjuráðsvalið 2021 verður valt í forkirkjuni í Sandavágs kirkju.
Valið er 4. november 2025, og valhølið er opið frá klokkan 10.00 til klokkan 20.00 ella til steðgur kemur í.
Valstýrið fyri kirkjuráðsvalið í Sandavágs kirkjusókn.
Onnur tíðindi