Kirkjuráðsvalið 4. november 2025 - Tíðarfreistin og vallistin

Valstýrið
Hvørt kirkjuráð hevur smb. § 9 stk. 7 í LL nr. 27 frá 19. mai 2008 um kirkjuráð og próstadømisráð valt eitt valstýri, ið skipar valið í kirkjusóknini.
Tíðarfreistin
Týsdagin 23. september 2025 kl. 22.00 er seinasta freist at lata valstýrinum valevnislistan.
Valevnini / kandidatar
Í mesta lagi 9 nøvn fleiri enn tey, ið veljast kunnu í kirkjuráðið, kunnu vera á valevnislistanum.
Valevni skulu skriva undir listan og játta áhugan at taka sæti í kirkjuráðnum. Valevnini kunnu eisini vátta áhugan t.d. í teldubrævi.
Stillarar
Í minsta lagi skulu vera 3 stillarar og í mesta lagi 25 stillarar til ein vallista.
Serligur listi yvir stillarar
Ein serligur listi yvir stillararnar skal fylgja við valevnislistanum. Á listanum yvir stillararnar skal verða upplýst: Navn, starv og bústaður.
Eitt oyðublað er gjørt, ið kann nýtast til at gera ein lista. Oyðiblaðið kann fáa fáast hjá valstýrunum / kirkjuráðunum.
Stillarar kunnu vátta sína støðu sum stillari til valevnislistan við teldubrævi.
Valevnislistin latin inn
Ein stillari skal lata valevnislistan inn til forfólkið í valstýrinum. Stillarin kann fáa kvittan ella váttan fyri, at valevnislistin er handaður forfólkinum í valstýrinum. Váttanin fyri móttøku skal hava bæði dagfesting og klokku.
Bókstavarøð
Valevnini koma á valevnislistan í bókstavarøð.
Einki listasamband
Einki listasamband er millum tveir ella fleiri listar.
Einans á einum lista
Stillar eitt valevni upp á meira enn einum lista, verður valið ógildugt fyri viðkomandi, og atkvøðutalið hjá viðkomandi verður ikki talt við.
Er ein persónur stillari á tveimum ella fleiri listum, verður viðkomandi ikki roknaður sum stillari á nøkrum lista.
Góðkenna valevnislistan
Valstýrið skal formliga á fundi góðkenna valevnislistarnar, ið síðani fáa sítt egna talmerki (1,2,3) alt eftir raðfylgjuni, sum teir koma valstýrinum í hendi.
Val skal vera í størri kirkjusóknum
Í kirkjusóknum við 500 og fleiri kirkjufólkum skal vera val, sjálvt um einans ein listi kemur inn. Kemur einans ein listi inn, er val millum teirra, ið eru á listanum.
Friðarval
Í kirkjusóknum upp til 499 kirkjufólk kann verða friðarval, um einans ein listi kemur inn. Um so er, skulu stillararnir raðfesta valevnini, og siga frá, hvør kemur at sita í kirkjuráðnum sum valdur limir, og hvør er eykafólk.
Tórshavn 2. september 2025
Jógvan Fríðriksson, biskupur
Mynd: Picons