Skriva út
Kirkjuráðsvalið 2009
11.09.2009 Tíðindi

Fundur um kirkjuráðsvalið í november verður í Hoyvíkar kirkju sunnukvøldið kl. 19.00
Til komandi kirkjuráðsval í november verða Hoyvík, Hvítanes og Sund nýggj kirkjusókn og nýtt kirkjuráð skal veljast til Hoyvíkar kirkju.
Í hesum sambandi verður skipað fyri kunningarfundi í Hoyvíkar kirkju sunnukvøldið, tann 13. september kl. 19.00, fyri áhugaðum.
Umboð fyri kirkjuráðið og valstýrið fara at greiða frá um kirkjuráðsvalið, uppstilling, mannagongdir v.m.
Onnur tíðindi