Skriva út
Kirkjuráðsval
09.09.2009 Tíðindi

Kirkjuráðsvalið
Valstýri
Er valstýri ikki longu valt, velur kirkjuráðið sum skjótast millum limur sínar eitt valstýri við 3 limum, ið fyrireika kirkjuráðsvalið, ið verður tann 3. november 2009.
Vallisti
Áðrenn kirkjuráðsval verður, skal valstýrið gera ein vallista yvir tey, sum hava valrætt til kirkjuráðið í kirkjusóknini. Á vallistanum skulu tey kirkjufólk standa, sum búgva í kirkjusóknini, og sum hava fylt 18 ár í seinasta lagi tann 3. november 2009. Á vallistanum skal standa navnið á teirri kirkjusókn, hann er galdandi fyri, og upplýsingar um øll nøvn, aldur, starv og bústað hjá veljaranum. Av tí at valkort skulu nýtast til kirkjuráðsvalið, skulu vallistarnir ikki liggja alment frammi til eftirlit. Landsfólkayvirlitið hevur tann 19. august upplýst talið á kvinnum og monnum, ið hava valrætt til kirkjuráðsvalið.
Eftir § 10 í kirkjuráðsvallógini hevur kommunustýrið skyldu til at útvega valstýrinum neyðugar upplýsingar.
Valevnislistar
Valið fer fram sambært valevnislistum, ið skulu vera formanninum í valstýrinum í hendi í seinasta lagi kl. 22.00 mánadagin tann 5. oktober. Valevnini verða stillað upp í bókstavarøð.
Valkort
Tá valevnislistarnir eru góðkendir fáa teir veljarar, sum eru førdir á vallista í kirkjusóknini, har val verður, valkort.
Kommunustýrið ger valkortini og sendir veljarunum tey, í seinasta lagi 2 vikur undan valinum.
Atkvøðugreiðsla eftir §§ 6 og 7
Áheitan um at atkvøða í aðrari kirkjusókn, enn har viðkomandi býr, skal skrivliga verða latin formanninum í valstýrinum, har kirkjufólkið ynskir at útinna valrættin, í seinasta lagi týsdagin tann 15. september.
Kærur
Stillari fær høvi til at rætta ógildaðan valevnislista við at venda sær til valstýrið í seinasta lagi kl. 22 týsdagin tann 6. oktober.
Stødd á kirkjuráð
Kirkjuráðið skal mannast samsvarandi § 2 stk. 3.1
Brævatkvøður
Sjófólk og onnur í útlondum, sum ikki eru heima valdagin, kunnu atkvøða við brævi í fyrsta lagi 3 vikur undan valdegnum. Veljari, sum er í landinum, kan í fyrstu syftu atkvøða við brævatkvøðu 1 viku undan valinum. Sí annars §§ 22 – 28 í vallógini um brævatkvøðugreiðslu.
Kunning framyvir
Eru ivamál, er kirkjuráðið vælkomið at ringja til biskupsumsitingina. Ætlanin er regluliga, at kunna um valið á heimasíðuni.
Nógv ivamál kunnu óiva loysast við at nærlesa løgtingslóg nr. 107 frá 17. august 2009 um val til kirkjuráð, próstadømisráð og stiftsstjórn.
_______________________________________
1
§ 2. stk 3 í kirkjuráðsvallógini ásetur , at veljast skulu 4 kirkjuráðslimir fyri fyrstu 59 kirkjufólkini í kirkjusóknini. Í kirkjusókn við 60 – 999 kirkjufólkum eru 6 limir í kirkjuráðnum. Talið á limum verður síðan økt við einum limi fyri hvørjar 1000 íbúgvar, tó so, at í mesta lagi eru 12 valdir limir.
Onnur tíðindi