Skriva út

Kirkjuráðslimir og kirkjutænarar hittast

17.11.2008 Tíðindi
Kirkjuráðslimir og kirkjutænarar hittast

Aftur í ár verður árligi kirkjufundurin í Eysturoynni. Kirkjufundurin verður sunnudagin 23. november kl.17.00 í Fuglafjarðar kirkju.

Seinastu 8 árini hava kirkjuráðslimir og kirkjutænarar saman við prestunum havt ein árligan fund, har ymiskt hevur verið á skránni sum hevur við kirkjuna og kirkjumál at gera. Mál, sum hava verið viðgjørd eru m.a. sangur og tónleikur í kirkjuni, gudstænastuskipanin, kirkjan og diakontænastan og børnini og tey ungu í kirkjuni.

Í Eysturoynni eru 15 kirkjur og 3 bønhús og 2 onnur støð í teimum 5 prestagjøldunum, har gudstænastur verða hildnar. Tað eru nógv fólk, sum eru knýtt til tey ymisku støðini: kirkjuráðslimir, deknar, urguleikarar og klokkarar. Øll hesi fáa nú høvi at hittast til fundar í Fuglafirði sunnudagin, sum eisini er seinasti sunnudagur í kirkjuárinum.

Kirkjufundurin byrjar við gudstænastu við altargongd í Fuglafjarðar kirkju sunnudagin kl.17.00 saman við prestunum í Eysturoynni. Øll eru vælkomin til gudstænastuna. Eftir gudstænastuna verður samkoma fyri kirkjuráðslimum og kirkjutænarum í kirkjukjallaranum.