Skriva út

Kirkjuráðslimir hittust

23.01.2023 Tíðindi

Leygardagin vóru einir 200 kirkjuráðslimir úr øllum landinum savnaðir á skeiði á Hotel Føroyum, har bygnaðurin í kirkjuni og andaliga innihaldið í honum vóru á skránni.

Hóast ódnarveður hevði leikað í um náttina og morgunin eisini var ófantaligur til veður, fekk tað ikki kirkjuráðslimir at setast aftur, tí eini 200 fólk vóru leygarmorgunin møtt upp á Hotel Føroyum í Havn, har bjóðað var til skeið.

– Tað eru 15 ár síðani vit yvirtóku kirkjuna, so hesaferð eru tvey ting á skránni hjá okkum, sum er bygnaðurin og andaliga innihaldið í bygnaðinum, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur, um skeiðsdagin, ið byrjaði við morginmati klokkan 8.30 og síðani helt fram út á seinnapartin.

Evni sum “andalig umsorgan”, “luthersk sakramentfatan” og “integratión og framtíðin” vóru á skránni fyrrapartin, umframt “fólkakirkjan – livandi steinar”. Seinnapartin varð hugt at “kirkjuni gjøgnum prestsins glugga”, og sjálvur rundaði biskupur av við evninum “Gott gamalt og nýhugsan”. 

Gera skjótari av
– Bæði kirkjuráðini og vit í umsitingini merkja, at meira ferð er á kirkjuni. Tá ið tú sært eina sjónvarpaða gudstænastu, kann tað kanska síggja út, sum tað gongur tann skeiva vegin við fólki til hámessuna, men samlaða talið á fólki, sum vitjar kirkjuna ígjøgnum vikuna, fortelur okkum, at nógv størri ferð er á fólkakirkjuni, enn tað hevur verið áður, sigur Jógvan Fríðriksson.

Millum annað kom biskupur sjálvur fram við einum nýggjum uppskoti, sum tó í grundini er gamalt og hevur verið ávegis í longri tíð.

– Tað er, hvussu vit kunnu effektivisera málsviðgerðina av bæði andaligum og verkligum evnum í fólkakirkjuni, so bíðitíðin og annað sovorðið verður stytt munandi. Vit fara yvir til tað, sum er galdandi í almennu skipanini, at innan fjúrtan dagar skulu vit hava givið fyrsta svarið upp á ein fyrispurning ella hvat tað er, sigur hann. 

Aftur fund í mai 
Tað er vanligt, at kirkjan savnar síni ábyrgdarfólk á ymsum økjum til størri fundir og skeiðsdagar, og longu í mai verður aftur ein heilt stórur fundur fyri kirkjutænarar, sum eru deknar, klokkarar, organistar og tænastufólk kirkjunnar annars.

– Tá fáa vit serkøn fólk at varpa ljós á, hvat hesar tænastur innibera í klassiskari kirkjutíð og í nútíðini, tí kirkjan umboðar eitt ótrúligt fjølbroytni av ymsum tænastum, ið so mong fólk gera, og tí vilja vit varpa ljós á ta tænastu, ið verður gjørd, sigur Jógvan Fríðriksson.

– Øll hesi mong fólkini, sum kanska eru eini 400 í tali, eru virkismátturin í fólkakirkjuni, og tað eru tey, ið bera verkið. Hesi menniskjuni, sjálvandi kveikt av Guðs anda og Guðs orði, eru nervin í fólkakirkjuni.

Ord/Myndir: Hilmar Jan Hansen.