Skriva út

Kirkjuráðslimir aðalfund í morgin 25. mars

24.03.2023 Tíðindi

Gøtu kirkja verður í morgin karmur um ársaðalfundin í kirkjuráðsfelagnum, har bæði prestar og kirkjuráðslimir úr øllum landinum hittast at umrøða mál, ið viðvíkja kirkjuliga arbeiðinum.

Lagt verður fyri í kirkjuskipinum, har Ove Brim, sóknarprestur, hevur andakt, og síðani verður morgunmatur í kirkjukjallaranum, har Dagbjørt Ó. Hansen, forkvinna í felagnum fyri kirkjuráðslimir, bjóðar vælkomin.

Síðani er alt tað vanliga, sum hevur við sjálvan aðalfundin at gera, á skránni, so sum frágreiðing frá forkvinnuni, roknskapur, rakstrarætlan, møgulig innkomin mál og viðmerkingar, áðrenn farið verður uppá aftur, har Gøtu kirkju ungdómskór og Gøtu kirkju barnakór syngja.

Caféprát og orðaskifti 
Fyri middag fer landsstýriskvinnan í mentamálum, Sirið Stenberg, at siga nøkur orð, og eftir ein døgurðasteðg sleppur Jógvan Fríðriksson, biskupur, framat at hugleiða um týdningin av at stimbra andaliga heilsu.

Somuleiðis fer biskupur at birta undir caféprát og orðaskifti, sum verður aftaná. Har verður evnið børnini, tey ungu og tær ungu familjurnar, hvussu tað skal bera betur til at fáa hesi í kirkju.

Dagurin endar um trýtíðina seinnapartin, tá ið fyrst Dagbjørt Ó. Hansen takkar fyri dagin og síðani Theodor Eli Dam Olsen, prestur, endar við bøn.

Orð: Hilmar Jan Hansen/Myndir: Theodor Eli Dam Olsen