Skriva út
Kirkjuráðslimir á skeið 1. mai 2010.
23.04.2010 Tíðindi

Samskiftið og vitan er ein ítøkiligur partur av gerandisdegnum. Tað almenna rúmið krevur innlit í at kalla alt, ið fer fram og rørir seg. Opinleikin er ikki einans neyðugur men beinleiðis gagnligur. Bæði tað jaliga og tað, ið er óheppið, eigur at koma í ljósmála. Sum við samfelagnum sum heild, so við fólkakirkjuni tá talan er um opinleika og gjøgnumskygni.
Í fólkakirkjuni hava kirkjuráðslimir í nógv ár luttikið á árligum fundi, ið Felagið fyri Kirkjuráðslimir skipar fyri. Vit hava lært at tosa saman og viðgera mál út frá ymiskum sjónarmiðum. Fundirnir hava verið mennandi og styrkt vitan og tilvitan um fólkakirkjuna. Vit megna betur kynstrið at hava tað gott og kenna okkum væl saman, sjálvt um vit eru ymisk á máli um eitthvørt.
Nú umsitingin av fólkakirkjuni er komin á føroyskar hendur, er tað álagt Føroya Stiftsstjórn at kunna kirkjuráðslimirnar um arbeiðið í einum kirkjuráði. Hetta verður sostatt á fyrsta sinni, at vit møtast til ein slíkan evnisdag, har tættir úr lóggávuni og regluverki fólkakirkjunnar verða lýstir.
Løgtingslóg nr. 27 frá 18. mai 2008 um kirkjuráð og próstadømisráð sigur í § 6 stk. 2 : “Stiftsstjórnin sær til, at kirkjuráðslimur verður kunnaður um arbeiðið í kirkjuráðunum og hvørjar skyldur áliggja honum.”
Nøkur av evnunum, ið verða viðgjørd eru : 1) Bygnaður. 2) Lóg og fyrisiting. 3) Fíggjarmál. 4) Sjálvboðin tænasta. 5) Grøn hugsan – alternativ upphiting av kirkjunum.
Evnini verða lýst breitt. Ætlanin er at skipa fyri meira ítøkiligum skeiðum t.d. fyri teimum, ið røkja tænastuna sum kassameistari.
Fundurin verður hildin á Hotel Føroyum og byrjar kl. 9,30.
JF.
Onnur tíðindi