Skriva út
Kirkjuráðini fáa 21,3 mió. kr. í kirkjuskatti í 2007
24.01.2007 Tíðindi
Stiftsstjórnin hevur samtykt at góðkenna fíggjarætlanirnar hjá kirkjuráðunum fyri 2007 soleiðis, at samlaða inntøkan hjá kirkjuráðunum av kirkjuskatti verður kr. 21.326.502,-. Í fjør var kirkjuskattainntøkan kr. 20.474.498,-.Kirkjuskattainntøkan verður brúkt til at fíggja viðlíkahald og rakstur av kirkjunum, nýbygging, um- og tilbygging og virksemi hjá kirkjuráðunum.
62 kirkjur eru í landinum harav 17 eru friðaðar sambært fornminnalóggávuni. Síðani nýggja kirkjuskattaskipanin varð sett í gildið í 2000, hava nógvar umvælingar verið gjørdar. Kirkjur hava fingið WC og nýggja hitaskipan. Eisini er hoyriútgerð sett upp í mongum kirkjum. Í sambandi við bygging, um- og tilbygging av kirkjum, verður stórur dentur lagdur á atkomuviðurskiftini hjá rørslutarnaðum. Í hesum sambandi kunnu nevnast Hoyvíkar kirkja og kirkjurnar í Sumba, Vestmanna og Kvívík. Sambært formninnalóggávuni hevur eigarin av friðaðum bygningi skyldu til at halda bygningin við líka. Friðaðu kirkjurnar eru sera kostnaðarmiklar at halda við líka, og er Fornminnissavnið við í myndini, tá umvælingar skulu gerast. Nevnast kann, at Sands kirkja, í 2005 rindaði umleið kr. 600.000,- fyri útskifting av flagtekjuni.
Sands kirkja
Onnur tíðindi