Kirkjuráðini ein hornasteinur

Hvør kirkjusókn hevur sítt kirkjuráð. Ráðið er fólkavalt og skipar seg sjálvt. Tað hevur ábyrgd av staðbundnu kirkjuni.
Ábyrgdin hjá kirkjuráðunum fevnir víða. Ráðið hevur ábyrgd av at kirkjan er í góðum standi, partvísa ábyrgd av innihaldinum og umsitur kirkjukassan.
Sagt í vanligum talumáli kunnu vit siga, at kirkjuráðið hevur raksturin av kirkjuni um hendi. Gingið verður um kirkjuna við nærlagni, og tað er ómøguligt at áseta høga virðið av hesi tænastu.
Tænasta er tað í orðsins rætta týdningi, ein ólønt tænasta. Stuttligt er at ferðast runt landið og síggja, at kirkjan sum halgidómur er væl og tignarliga umsitin. Tað sæst, at ikki einans viljin men eisini kærleikin drívur verkið.
Embæti sum hirði
Kirkjuráðið hevur einans partvísa ábyrgd av innihaldinum. Tað er sóknarpresturin, ið er hirði kirkjuliðsins. Presturin hevur evstu ábyrgd av innihaldinum. Hann (m/k) er í sínum virki ikki bundin at øðrum í síni embætisførslu uttan verkligum ásetingum í verkligum málum og játtanarskriftum fólkakirkjunar, tá talan er um innihaldið í læru og prædiku.
Í góðari samvinnu millum prest og kirkjuráð hevur fólkakirkjan eina góða og haldgóða skipan.
Gerandisdagurin
Tey flestu prestagjøldini fevna um nógvar kirkjur, og tískil eru tað fleiri sunnudagar ímillum, at prestur vitjar. Tess vegna er skipanin, ið vit kalla at lesa lestur, ein góð skipan. At lestur verður lisin er kirkjuráðsins uppgáva. Tað er kirkjuráðið, ið kallar kirkjutænararnar í tænastu.
Tað er valla ov mikið sagt, at kirkjuráðið er ein hornasteinur í fólkakirkjunnar kirkjuskipan.
Vit taka mangan alt sum eina sjálvfylgju. Sæð frá einum leiðslu sjónarhorni er vert at minnast verk teirra, ið virka og harvið byggja kirkju t.e. kirkjulið. Eingin leiðsla, eingin prestur einsamallur, - vit liva og virka, tí dugnalig fólk virka saman við okkum. Hesi fólk eru kirkjuráðslimir, kirkjutænarar og onnur, ið dugna kirkjuni.
Viðhvørt er vert at steðga á og minnast tøkkina. Gleðast og fegnast um, at kirkjan verður væl røkt og umsitin. Takka fyri ríkidømið, at boðskapurin um Jesus ljóðar hvønn dag av prædikustóli ella frá lestrarfjøl.
Tað er so avbera nógv gott, at tøkkin er fátøk í mun til dygdina. Men, tá ein møtir tí veruliga stóra, rúmar einki annað orð uttan tøkkin sannleikan. Stóra tøkk fyri tænastuna øll tit, ið eru kirkjuráðslimir í føroysku fólkakirkjuni.
(( Henda tøkkin er skrivað eftir ein væleydnaðan aðalfund hjá Felagnum fyri Kirkjuráðslimir í Nesvík 6. og 7. mars 2009)).
Jógvan Fríðriksson, biskupur.