Skriva út

Kirkjuligur hátíðardagur í Nólsoy

11.08.2023 Tíðindi
Anne Mette, sóknarprestur, Jógvan biskupur og Una Hansen, deknur í 40 ár

Níggjunda sunnudag eftir tríeindardag hin 6. august 2023 var sannur kirkjuligur hátíðardagur í Nólsoy.

Kirkjan hevði 160 ára føðingardag (vígd 2. august 1863) og deknurin, Una Hansen, fekk æruheiðursmerki (fortjenstmedalje i sølv) frá hennara hátign, Margrethu drotning, við tað at Una við trúfesti og nærlagni hevur røkt deknatænastuna í samfull 40 ár. Hon byrjaði sum deknur dýra biðidag hin 29. apríl 1983.

Eftir morgunmat í Nýggjustovu fyri kirkjuráðnum, helt dagurin fram við hátíðargudstænastu kl. 12, har ið Jógvan Fríðriksson, biskupur, og sóknarprestarnir Anne Mette Greve Klemensen og Sverri Steinhólm luttóku.

Hátíðargudstænastan byrjaði við, at biskupur og prestar fóru í skrúðgongu frá Nýggjustovu og gingu inn í kirkjuna undir introitus, sum Beinta Greve Klemensen sang. Hon sang ariu úr ”Händels Messias” yvir skriftstaðið:”Hvussu yndisligir eru føtur teirra, sum boða gleðiboðskapin um hitt góða!” (Róm. 10,15 ella Jes. 52,7).

Jógvan Fríðriksson prædikaði yvir dagsins tekst (Luk. 16,1-9).

Eftir prædiku varð tala hildin, og biskupur handaði Unu Hansen æruheiðursmerkið vegna drotningina.

Eisini varð eitt barn borið til dópin. Fyri dópinum stóð Anne Mette Greve Klemensen.

Ein hátíðarlig, góð og hugnaliga gudstænasta við avbæra góðum og rungandi sálmasangi.

Eftir gudstænastuna var døgurði í Royndarhúsinum fyri øllum bygdarfólkinum og gestum. Sune Hansen, kirkjuráðsformaður – maður Unu Hansen, sum sjálvur hevur fingið æruheiðursmerki í 2006 fyri trúgva tænastu sum urguleikari – beyð øllum at vera hjartaliga vælkomin.

Umframt frálíkan døgurða og dessert vórðu sálmar og sangir sungnir.

Kirkjuráðsformaðurin, Sune, Jógvan biskupur og sóknarprestarnir Anne Mette og Sverri hildu talur, sum eisini bóru bráð av skemti.

Eitt framúr gott og vælskipað hátíðarhald – og veðrið var til vildar.

Ord/myndir: Emil Olsen, stiftsprestur og virkandi sóknarprestur í suðurstreymoyar eystara prestagjaldi/Evy Toftegaard Nielsen