Kirkjuligir myndugleikar og kirkjugarðar

Nógva staðni í landinum eru kirkjugarðar beint við og rundan um kirkjuna. Flestu teirra hava verið har í øldir, nakrir eru avlagdir meðan vaksið eru um aðrar, so teir enn verða brúktir sum einasti kirkjugarður í sóknini.
Fyrr var tað soleiðis, at kirkjan á staðnum og fólkakirkjan varðaði av og umsat kirkjugarðarnar, men í dag er tað avvarðandi kommuna, ið varðar av og umsitur kirkjugarðarnar, og er tað vorðin siðvenjan.
Í heimastýrislógini frá 1948 undir B-mál, ið kunnu yvirtakast, standa kirkjugarðar at hoyra til fólkakirkjuna saman við øllum øðrum, ið annars hoyrir til fólkakirkjuna.
Hetta mál er so yvirtikið í 2007, og í verandi kirkjulógum er einki nevnt um kirkjugarðar, so fólkakirkjan í dag hvørki varðar av ella umsitur teir kirkjugarðar, ið eru beint við ella rundan um kirkjur okkara.
Hendan ábyrgdin er flutt yvir á kommunurnar, har m. a. kunngerð um umhvørvisreglur frá 1994, seinast broytt 2009, sigur: “Bý- ella bygda(r)ráðið hevur eftirlit við líkhúsum og kirkjugørðum.”
Tó er tað so, at fleiri av hesum kirkjugørðum ella partar av kirkjugørðum, ið eru beint við ella rundan um kirkjuna, enn í Tinglýsingini standa sum ogn hjá kirkjunum, har hann í staðin skuldi verið ogn hjá avvarðandi kommunu.
Hetta er ein skeivleiki, ið eigur at verða rættaður. Føroya Stiftsstjórn heitti tí í fjør á tey kirkjuráð í teimum kirkjum, har hetta kom fyri, um at fáa avtalu við avvarðandi kommunu um saman at fáa hetta rættað.
Í løtuni er eitt mál frammi um at víðka kirkjugarðin í Sandavági, ið er beint við kirkjuna, har Vága kommuna hevur samtykt at víðka kirkjugarðin norðan fyri kirkjuna oman móti ánni.
Í hesum sambandi hava mótmæli verið frá borgarum í Sandavági um at fremja hesa ætlan.
M. a. verður ført fram, at kirkjuráðið í Sandavági ikki er hoyrt í hesum máli, sum tað átti at verðið sambært reglugerðini frá 2013 fyri kirkjugarðarnar í Vága kommunu.
Í hesi reglugerðini stendur eisini, at Føroya Stiftsstjórn skal samtykkja eina og hvørja broyting í reglugerðini, áðrenn hon kann verða sett í gildi.
Tá ið tað haraftrat í einum mótmæli verður ført fram, at orsøkin, at Føroya Stiftsstjórn er nevnd í reglugerðini, er tí, at tað fyrst og fremst eru kirkjuligu myndugleikarnir, ið varða ikki einans av kirkjuni, men eisini kringumstøðunum so sum kirkjugarðinum, so er hetta ikki heilt rætt.
Jú, kirkjuligu myndugleikarnir, kirkjuráðið, próstadømisráðið og stiftsstjórnin varða av kirkjuni, men ikki av kringumstøðunum, so sum kirkjugarðinum. Tað ger Vága kommuna.
Í hesum málinum er tað bert tann kirkjuligi myndugleikin á staðnum, kirkjuráðið í Sandavági, sum granni og sambært reglugerðini fyri kirkjugarðarnar í Vága kommunu eigur at verða hoyrdur í málinum, og tí kann siga sína meining um málið.
Víðari kirkjuligi myndugleikin, próstadømisráðið og stiftsstjórnin eru ikki partar í málinum, uttan so at kirkjuráðið í Sandavági vendir sær til hesar við bøn um hjálp og vegleiðing, sum kirkjuráðið hevur rætt til.