Kirkjukonsertir á Viðareiði, á Toftum og í Hoyvík

Í vikuni kemur danska kórið Jysk Akademisk Kor úr Aarhus til Føroya, her tey fara at hava tríggjar kirkjukonsertir um vikuskiftið. Tann fyrsta verður í Viðareiðis kirkju fríggjakvøldið, síðani leygarkvøldið í Fríðrikskirkjuni á Toftum og at enda sunnukvøldið í Hoyvíkar kirkju. Allar konsertirnar verða kl. 19.30.
Á skránni eru ymiskir komponistar, her ímillum Carl Nielsen, Vagn Holmboe, H.J.Højgaard, J.Waagstein, Kári Bæk og Sunnleif Rasmussen.
Tey eru spent at uppliva tónleikamentanina í Føroyum og sjálvi at hava konsertir í nøkrum kirkjum. JAK er eitt gamalt kór úr Aarhus við ríkum traditiónum, og sum syngur á høgum støði og støðugt mennir seg tónleikaliga saman við kórlimunum sínámillum og við øðrum.
Tey eru 35 royndir sangarar, og mong hava verið við í kórinum rúma tíð og kenna hvønn annan rættiliga væl. Seinastu árini hava tey ment seg saman við kórleiðaranum Nils Benedikt Meier, sum kom úr Leipzig til Aarhus at taka eina Master-útbúgving í kórleiðslu í 2025.
Saman hava tey framført nýskrivaðan tónleik av Morten Stenholt Rasmussen, Ea Wim og Archie John. Men tey hava eisini arbeitt við eldri tónleiki, sum t.d. Brams Rekviem og tónleiki hjá týskum og donskum romantiskum komponistum.
Sum kór dámar JAK eisini væl at syngja saman við øðrum kórum. Tey hava millum annað framført vinakonsertir saman við Konzertchor Leipzig bæði í Leipzig og Aarhus, og í Føroyum gleða tey seg til at møta kirkjukórinum í Fríðrikskirkjuni á Toftum, har tey sum sagt fara at hava konsert leygarkvøldið.
Ferðin er peningaliga stuðlað av: Aage og Johanne Louis-Hansens Fond, Carl Nielsen og Anne Marie Carl-Nielsens Legat og Nes Kommunu.