Skriva út
Kirkjuklæði í Føroyum
30.04.2012 Tíðindi

Vakur og tignarligur stendur halgidómurin mitt í fólkinum. Líkleikin við onnur hús er bæði eyðsýndur og frávíkjandi. Vit tosa um mentan, snið og byggilist. Áheitanin frá arkitektum og fornfrøðingum er greið: Farið væl við teim eldru kirkjunum, tær eru byggisøgulig listaverk. Gerið tykkum ómak, tá nýggjar kirkjur verða bygdar, so tær eru listarligar og nýskapandi perlur í síni samtíð.
Jú, tað er og eigur at vera tign um kirkjuna. Virðiligir og vakrir karmar samljóða við innihaldið. Orð, ið eru vald við hegni til sálmasang og tónlist.
Á fyrsta sinni í heimligari kirkjusøgu er ein skipað og landsumfatandi framsýning av kirkjuklæðunum í Føroyum. Tess vegna er henda løtan ein lagaður varði, eitt savningarstað av klæðum og søguligari vitan, ið vit fara at hyggja afturá, tá kirkjulig klæði verða umrødd. Ein varði, sum við vitan og søgu kemur at geva nýggjan íblástur, so fólksins skapandi list er nútíð eisini innan kirkjugátt.
Tilveran er litrík, og at kalla einki er einans svart ella hvítt. Hugsa vit um kirkjuklæði, so er prestakjólin best kendur, - kendur fyri sín svarta lit. Ikki er tað so løgið, at børn og ung koma til niðurstøðuna, at hetta av álvara er lívsins álvara, litleyst og svart. Tað hjálpir eyðvitað uppá støðuna, at prestakjólin hevur hvíta rond, og kragin um hálsin er hvítur. So kann tað staðfestast, at prestur í liti samstundis er svartur og hvítur.
Hinvegin hevur prestakjólin eina ávísa tign, og í okkara siðvenju ímyndar prestakjólin lívsins álvarsemi bæði góðar og tyngri løtur.
Henda framsýning víðkar sjónarringin og varpar ljós á kirkjuklæði í síni breidd, t.d. altardúkar og messuaklar. Fleiri ymiskir litir. So rík er kirkjan í sínum liturgisku litum. Ikki einans svart og hvítt. Her eru aðrir lívsjáttandi litir, sum alt eftir kirkjuárinum og sjálvari løtuni í halgidóminum siga sína søgu og vísa huglagi, t.d. gleði ella sorg, vón um gróður ella angur um stigin spor.
Framsýningin vísir litríkt fjølbroytni. Liturin sigur frá huglagnum. Liturin tulkar tekstin og fær okkum at hugsa. Ikki einans orðini eru kveikjandi. Liturin, ljóðið, samveran og tónin. Alt tilsamans er ein samljóðandi heild, ið vit kalla gudstænastan.
Framsýningin sigur søguna um virknar hendur, sum við nærlagni, hegni og kærleika geva kirkjuni eina virðiliga útsjónd. Rundan um kirkjuna og í kirkjuni er bæði mentan og list. Framsýningin “kirkjuklæðir í Føroyum”, júst hesi klæðir klæða føroysku fólkakirkjuni og hava latið hana í stakk og fínasta skrúð.
Tað er Paulina Eliassen, handarbeiðislærari, ið er stigtakari til framsýningina. Paulina er serkøn á økinum og hevur drúgvar royndir innan kirkjuklæði. Áhugi hennara fyri kirkjunnar klæðum gongur í minsta lagi eini tríati ár aftur í tíðina. Nú hevur hon saman við góðum hjálparfólki lagt hesa framsýning til rættis og sett hana upp, so vit kunnu síggja, læra og ikki minst njóta løtuna.
Vit fegnast um átakið at varpa ljós á lit og fjølbroytni í kirkjurúminum. Vit siga takk fyri avrikið runt um í landinum, í tí stilla teir mongu tímarnar. Talandi er løtan, at søguliga framsýningin verður hildin í okkara yngstu kirkju. Kirkjan er søga og nútíð. Hon gevur viðføri inn í framtíðina.
Vit takka fyri átakið og siga, at hervið er framsýningin opin. Takk fyri!
Orð: JF
Mynd: ANH
Onnur tíðindi