Skriva út

Kirkjukaffi er týdningarmikið

21.09.2008 Tíðindi
Kirkjukaffi er týdningarmikið

Tað sigur Sigrid Witt, sum er ein av trúgvu kirkjugangarunum til føroysku gudstænasturnar í Samuelskirkjuni: "Kirkjukaffi er við til at skapa ein hugnaligan og umfevnandi felagsskap", sigur hon.

Tað hevur júst verið føroysk gudstænasta í Samuelskirkjuni í Keypmannahavn. Og nú sita gudstænastugestirnir í kirkjukjallaranum og fáa sær ein kaffimunn við heimagjørdari køku. Tað er lætt at hoyra, at fólk hugna sær, tí at prátið gongur væl og hoyrist langt út á Thorsgade á Nørrebro.

Í fjøldini situr eisini Sigrid Witt, sum hevur búð í Keypmannahavn seinastu mongu árini. Umframt at sita í nevndini fyri føroyska arbeiðið í Samuelskirkjuni, tekur hon sær javnan av kirkjukaffinum. Altso syrgir hon fyri, at tað er kaffi og eru køkur at fáa eftir gudstænastuna. Sigrid heldur, at tað er týdningarmikið at hava kirkjukaffi aftaná eina gudstænastu.

- Kirkjukaffi er týdningarmikið, tí at tað er við til at skapa ein hugnaligan og umfevnandi felagsskap. Tað eru nógvir føroyingar í Keypmannahavn, sum gleðast at koma til gudstænastu og fegnast um at sita saman við øðrum føroyingum eftir gudstænastuna, har ið tosast kann um leyst og fast, yvir ein kaffikopp, sigur Sigrid.

Hon heldur eisini, at tað á ein ella annan hátt er við til at fáa føroyingar á føroyska gudstænastu. Í veruleikanum kunnu føroyingarnir jú fara til eina danska gudstænastu, men at koma til tær føroysku gudstænasturnar, har ið eisini er møguleiki fyri einum føroyskum práti aftaná, tiltalar mong.

- Eg haldi eisini, at tað manga staðni í Føroyum átti at verðið innført kirkjukaffi. Tað er sjálvandi ikki allastaðni at tað ber til, men fleiri kirkjur hava í dag hølini til tað. Kanska skuldi tað ikki heldur verið kaffi, men ein frokostbiti, soleiðis at kirkjugangararnir fingu ein meiri fastan bita. Nú eru tað jú so nógvar yngri barnafamiljur, sum eru vanar við at eta døgurða um kvøldarnar, so tað hevði verið fínt fyri tey at eti forkostin í kirkjuni eftir gudstænastuna, heldur Sigrid.

Eftir ein góðan tíma í kirkjukjallaranum í Samuelskirkjuni byrja gestirnir at reisa seg. Tikið verður í hondina hjá hvørjum øðrum og farið verður til húsa.