Skriva út

Kirkjuhús í Hvalvík

29.01.2024 Tíðindi

Fyrst í desembur var kunnandi fundur um kirkjuhús í Hvalvík. Hóast hetta var eitt kalt vetrarkvøld við hálku, vóru um 40 fólk møtt til fundar.

Kirkjuráðið bjóðaði kaffi og lagkøku og gott jólalag var á fólki frammi við Margáir. Bygdarfólkið var sera jaligt fyri tankunum um kirkjuhús.

Lagt varð fyri við at tosa um tey ymisku kirkjuhúsini, ið bygd eru aðrastaðir í landinum. Jógvan Fríðriksson, biskupur, hugleiddi um, hvussu hetta gagnar kirkjulívinum á staðnum og Uni Næs, dómpróstur tosaði um fíggjarligu møguleikarnir og treytirnar.

Tá ið ein kirkjusókn ynskir at byggja kirkjuhús, verður peningur savnaður inn umvegis innsavningar og staðbundnan kirkjuskatt, ið verður 0,9% ístaðin fyri 0,6% yvir eitt áramál.
Kirkjuhús í Hvalvík er ein gamal tanki og fólk hava latið stuðul yvir fleiri ár, so hetta arbeiðið er framhald av tí, ið onnur hava gjørt.

Vit høvdu fingið tekningar, men hesar eru ikki endaligar og tískil bjóðaði kirkjuráðið bygdarfólkinum at gera viðmerkingar og koma við sínum tankum, so at vit fáa eitt hús, ið øll eru glað um og fáa gagn av.

Nú verður arbeitt víðari saman við Sunda kommunu, Landsverk o.ø. viðvíkjandi staðseting, áðrenn klárt er at fara í gongd við økið, vónandi longu í ár.

Myndir av ætlaða arbeiðinum fara at hanga í kirkjuni og fólk eru vælkomin at venda sær til kirkjuráðið við hugskotum og øðrum, ið tey halda er týdningarmikið at hugsa um, nú kirkjuhús skal byggjast.

Um fólk hava hug at lata gávu til kirkjuhús, kann flytast her: 6460 – 536.982.9

Vinaliga

Hvalvíkar kirkja
hvalvikar@kirkja.fo