Skriva út
Kirkjufundur í Suðuroynni
10.03.2011 Tíðindi

2. páskadag hittast kirkjuráð, kirkjutænarar og prestarnir í Suðuroynni til felags fund í Øravík. Dómpróstur og biskupur eru við til felagsfundin, og teir prædika sunnanfjørðs í hvør síni kirkju nevnda dag um middagsleitið.
Tað er altíð hugaligt at koma saman og tosa um kirkjulig viðurskifti. Tað er mennandi og kveikjandi. Kirkjurnar hava sama endamál, og fremsta uppgávan er at boða gleðiboðskapin um Jesus. Í samljóði við henda boðskapin er uppgávan at vera menniskjum til signingar í lívi og deyða.
Sjálvt um endamálið er tað sama, so eru umstøðurnar skiftandi frá einum staði til annað. At vera kirkja í eini lítlari bygd er øðrvísi enn at vera kirkja á einum størri øki. Men avbjóðingin er hin sama, at røkja bygningin og kalla fólk til tænastu og halgan fund.
Tað, ið er serliga hugaligt við einum kirkjufundi fyri alla oynna, er, at vit læra hvønn annan at kenna og síggja manningina, sum dagliga hevur ábyrgd av kirkjuni. Vit hava lyndi at taka fólkakirkjuna sum eina sjálvfylgju, og so hugsa vit ikki so nógv meira um tað. Men einki er ein sjálvfylgja, og tey mongu, sum gera tænastu í fólkakirkjuni eru bulurin og drívmegin í okkara kirkjuskipan. Uttan tænarar, koma vit ongan veg. Tað er hóskiligt at staðfesta henda veruleikan og minnast tøkkina.
Nú fara vit so at tosa um kirkjulig viðurskifti í Suðuroynni. Vit varpa ljós á kirkjuna, bæði innihald og mannagongdir, so vit tess betur kunnu megna uppgávuna, at vera kirkja í okkara samtíð. Endamálið er, at fólkið skal kenna seg væl í kirkjuni og uppliva, at kirkjan er viðkomandi. Ein góður andaligur karmur, eitt andaligt heim, ið gevur styrki til dagsins verk at inna.
Bønhúsið verður sum gudshús karmur um andakt og sálmasang. Ein kirkjufundur byggir á orð Guðs, og gudstænastan er hæddarpunktið. Sjálvur fundurin verður hildin á Hotel Øravík.
JF.
Onnur tíðindi