Skriva út

Kirkjufundur í Gøtu

09.10.2006 Tíðindi

Árligi kirkjufundurin fyri kirkjuráðslimir, kirkjutænarar og prestar í Eysturoynni verður í Gøtu kirkju seinasta sunnudagin í kirkjuárinum, 26. november kl.17.00.

Á skránni er gudstænasta við altargongd. Eftir gudstænastuna fer Meinhard Bjartalíð, sóknarprestur, at hugleiða um evnið. ”Lovsyng tínum Harra – um nýggjar sálmar í kirkjuni”. Síðani verður borðhald í kirkjukjallaranum, har høvi verður at tosa um kirkjumál.

Kirkjufundurin hevur verið væl vitjaður hesi 7 seinastu árini, tá ið tátturin at hava tílíkar fundir eina ferð um árið, varð tikin upp aftur.