Skriva út

Kirkjubønin

25.06.2008 Tíðindi

Á ólavsøku í fjør kom umsitingin av fólkakirkjuni á føroyskar hendur. Eitt hendingaríkt ár, sjálvt um vit enn eru ávegis.

Tó, nakað kunnu prestarnir (m/k) ávirka, millum annað hvussu vit orða bønina eftir prædiku. Eyðvitað avger hin einstaki presturin, hvussu bønin ljóðar. Tó so henda kunning, ið óbeinleiðis er eitt tilmæli.

Styrkin í fólkakirkjuni er trúfesti mótvegis tilveruni. Tann politiski veruleikin er, at fólkakirkjan er vorðin føroyskt málsøki. Umráðandi er, at júst henda broytingin sæst aftur sum bøn fyri myndugleikunum og landsins evstu leiðslu.

Loyvi mær at mæla til, at vit biðja fyri løgtinginum og løgmanni. Tað letur seg væl gera at minnast drotningina í sama andadrátti. Talan er um ríkisfelagsskap. Sum vitiligt er, hevur løgmaður yvirtikið leiklutin hjá drotningini sum kirkjunnar evsti verðsligi myndugleiki.

Ein liðilig og vís loysn er hóskandi. Tað er sera umráðandi, at alt løgtingið kennir seg heima í bønini. Kirkjan livir í einum politiskum veruleika, og tann politiska myndin fevnir breitt. Veruleikin eigur at avspeglast í bønini. Eitt samt løgting yvirtók málsøkið “fólkakirkjan”.

“... Ver við teimum, ið stjórna og ráða. Vælsigna løgtingið og landsstýrið. Ver við løgmanni og húsi hansara, drotningini og húsi hennara. ...”

Eg meti, at henda bønin er hóvsom, og raðfylgjan er røtt. Fyrst heima og so út um landoddarnar og langt út í heim.

Jógvan Fríðriksson, biskupur