Skriva út
Kirkjubio í Norðstreymoy
16.03.2012 Tíðindi

Í føstuni verður farið undir eitt nýtt tiltak í Norðstreymoyar prestagjaldi. Hetta er sokallað “Kirkjubio”, har filmar við átrúnaðarligum, andaligum og etiskum spurningum verða vístir.
Byrjað varð í Vestmanna kirkju mánakvøldið 27. februar, tá filmurin “The Tree Of Life” bleiv vístur. Síðani eru “E.T” og “Luther” sýndir í ávikavist Kvívík og Hvalvík.
Næsta sýning verður í Kvívíkar kirkju mánakvøldið 19. mars kl. 19.30, tá “Babettes gæstebud” verður á síggja á hvíta kirkjutjaldinum.
Babette kemur eina óveðursnátt í 1871 úr París til ta jútsku vesturstrondina.
Hon hevur mist alt, ið hon átti, men sleppur at búgva hjá tveimum prestadøtrum, ið eru uppvaksnar við strongum moralskum og átrúnaðarligum reglum.
Brádliga vinnur Babette nógvan pening í eydnuspæli. Men heldur enn at brúka peningin sjálv, fer hon í holt at fyrireika ein stóran veitsludøgurða fyri bygdarfólkinum. Spurningurin er tó, um hetta er í samsvari við ta tulking, ið bygdarfólkið hevur átrúnaðinum, ið leggur dent á, at tey ikki eiga at oyðsla við nøkrum.
Filmurin er gjørdur eftir søgu hjá Karen Blixen og verður mettur at vera ein variantur av eini frásøgu um altarborðið og um Kristus, ið einki átti, men gav seg sjálvan.
Gabriel Axel leikstjórnaði, og hetta varð fyrsti danski filmur, ið vann eina Oscar-virðisløn.
Áðrenn filmurin byrjar, hevur Theodor Eli Dam Olsen, prestur, fyrilestur um filmin.
Ætlanin er at halda fram við tiltakinum Kirkjubio í prestagjaldinum í føstuni.
Orð: TEDO
Onnur tíðindi