Skriva út
Kirkjubio í Norðstreymoy
09.03.2012 Tíðindi

Hildið verður fram við tiltakinum “Kirkjubio” í Norðstreymoyar prestagjaldi. Tvær sýningar hava verið frammanundan. Hin fyrsta í Vestmanna kirkju og hin næsta í Kvívíkar kirkju. Næsta tiltakið verður í missiónshúsinum í Hvalvík mánakvøldið 12. mars kl. 19.30. Tá verður filmurin “Luther” frá 2003 sýndur.
Áðrenn filmurin byrjar, hevur Bergtórur Bjarkhamar, prestur, fyrilestur um filmin.
Filmurin er søgan um tann unga Martin Luther, ið kemur at standa á odda fyri kristnu trúbótini. Vit fylgja Lutheri frá tí, at hann ger eið um at vera munkur, og inntil hann verður ákærdur fyri ranglæru av bæði kirkju- og samfelagsmyndugleikunum.. Eftir hetta gjørdist aðalmál Luthers at fáa Bíbliuna týdda úr frummálunum og útgivna, so at eisini vanligi borgarin kundi fáa innlit í teir bíbilsku tekstirnar. Hetta er søgan um mannin, ið stríddist fyri at leiða kirkjuna fram á eitt vegamót við slagorðinum “Rættvísgering av trúgv!”
Prestarnir í Norðstreymoyar prestagjaldi
Onnur tíðindi