Skriva út

Kirkju- og ungdómskór syngur undir gudstænastuni í Christianskirkjuni sunnudagin 19. februar

16.02.2012 Tíðindi
Kirkju- og ungdómskór syngur undir gudstænastuni  í Christianskirkjuni sunnudagin 19. februar

Fyrst í hesum árinum var farið undir kirkju- og ungdómskór í Christianskirkjuni. Undirtøkan hevur verið avbera góð, og nú eru tey nærum hálvthundrað. Vant verður hvørt týskvøld.

Tey, ið stjórna kórinum, eru Jóhanna- og Ólavur Johannessen og Magni Husgaard. Nú, sunnumorgunin, verður so høvi at hoyra kórið framføra á fyrsta sinni. Tað verður undir gudstænastuni kl.11.00, sunnudag í føstuinngangi har Hanus á Gørðum prædikar.