Skriva út
Kirkju- og Ungdómskór í Christianskirkjuni góða byrjan
27.01.2012 Tíðindi

Longu fyrsta kvøldið var breið undirtøka fyri kórinum. Fyrsta kvøldið møttu tilsamans 29 fólk og er luttakaratalið nú eftir 3 venjingarkvøld komi uppá 45.
Sangararnir í kórinum møta trúliga upp til tíðina, og eru ógvuliga jalig.
Tað er týðuligt, at fólk hava saknað eitt kór í kirkjuni í langa tíð.
Yngsti sangarin er átjan og elsti er um tey sjeyti, annars eru sangarar úr øllum aldursbólkum, so fólk í øllum aldursbólkum hava tikið væl undir við kórinum.
Øll sangáhugaði eru vælkomin uppí, antin við at møta upp týskvøld kl. 20 í Christianskirkjuni, ella siga frá hjá Jóhannu á tlf. 455837.
Ynskiligt er við fleiri mannfólkum, serliga bassum.
Kórið hevur higartil vant 3 sangir, ein vanligan sálm a capella, ein sálm klæddan í eitt sindur øðrvísi búna - meiri ungdómsvinarligur, og ein sálm í kanon.
Tey ið stjórnað kórinum eru Jóhanna Johannessen, Ólavur Johannessen og Magni Husgaard.
Orð: Ísak Mikladal
Onnur tíðindi