Skriva út

Kirkjan við Norðskála 75 ár.

10.01.2007 Tíðindi
Hátíðarhald á Norðskála í sambandi við at kirkjan  verður 75 ár.

Sunnudagin 28. januar kl. 12.00, verður hátíðargudstænasta í Norðskála kirkju, í sambandi við, at tað 10. januar í ár eru 75 ár liðin síðani kirkjan varð vígd. Hans Jacob Joensen, bispur, prædikar, meðan Emil Olsen sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi, hevur altartænastuna. Eftir gudstænastuna verður døgurði fyri innbodnum á Hotel Eiði.
Kl. 17.00 verður guðstænasta við Bjarna Bæk, dómprósti. Aftaná hesa gudstænastuna  verður boðið til felagsmáltíð í bygdarhúsinum Eydnuni á Oyrabakka, har øll eru hjartaliga vælkomin.

Modell av ”Verdandi” hongt upp í kirkjuni.

75 ára dagin, verður modell av sluppini ”Verdandi” sum Charles Johansen í Saltangará hevur tilevnað, hongt upp í kirkjuni í vakrari ketu millum ljósakrúnurnar í kirkjuskipinum. Modellið er 1 metur langt og er málað svart og hvítkjafta við reyðum botni. ”Verdandi” fórst undir Íslandi í oktober 1944 . Øll manningin  - 15 mans sjólótust. Partur av manningini hevði tilknýti til kirkjusóknina.

Teir ið fórust við ”Verdandi” vóru:

Ole Larsen, skipari, Oyrarbakka, f. 2/12 - 1888.
Jens Knudsen, bestimaður, Glyvrum, f. 28/1 – 1905.
Frants Martin Davidsen, motorpassari, Strondum f. 17/7 – 1916.
Niels Martin Jacobsen, kokkur, Streymnesi, f. 25/1 – 1896.
Christian  Marius Sofus Frederik Højgaard, Rituvík, f. 20/10 – 1894.
Olaf Jacob Larsen, Fuglafirði, f. 24/8 - 1908.
Thomas Jacob Wenzel Høj, Strondum, f. 28/9 - 1901.
Olaf Martin Larsen, Oyrarbakka, f. 19/9 – 1912.
Samuel Peter Petersen, Rituvík, f. 4/8 – 1915.
Peter Andras Larsen, Oyrarbakka, f. 23/6 – 1919.
Johan Martin Oliver Anton Mikkelsen, Syðrugøtu, f. 21/5 – 1906.
Daniel Jacob Henning Højgaard, Toftum, f. 28/3 – 1919.
Ernst Peter Sofus Nickel Esmar Petersen, Rituvík, f. 1/8 – 1922.
Hans Pauli Frederik Højgaard, Rituvík, f. 5/9 – 1922.
Bill Justinussen, Glyvrum, f. 2/3 – 1923.

”Verdandi” varð bygd í Yarmouth í Onglandi í 1884 og merkt til 85 brt. Motorurin var ein 47 HK  Skandia við einum sylindara. Tað vóru feðgarnir Símun og Esbern Simonsen á Høgabóli í Saltangará, sum áttu skipið.

Hin 16. september 1944 fór ” Verdandi” seinastu ferð sína til Íslands. Roynt varð við línu á Norðurlandinum. Tað hevði verið vánaligt veður har á leiðini hetta heystið, og striltið gekst at fáa so frætt, at tað loysti seg at fara til Aberdeen at selja. 26. oktober kl. 13.00, fór skipið av Siglufirði til Reykjavíkar, og var ætlanin at keypa so mikið av fiski, sum restaði í fulla last. Á Siglufirði vóru tveir mans komnir umborð sum ferðafólk. Hesir báðir, sum høvdu arbeitt í Íslandi, ætlaðu sær at fáa fart úr Reykjavík til Føroya. Men ”Verdandi” kom ongantíð