Skriva út

Kirkjan og prestur fyltu

07.06.2022 Tíðindi

Tvinnanda føðingardagar vóru í Glyvra kirkju hvítusunnudag, tá ið kirkjuliðið kom saman at hátíðarhalda hin fyrsta kirkjuliga sunnudagin, samstundis sum prestur kundi halda føðingardag.

Orð: Hilmar Jan Hansen
Myndir: Christian Joensen

Ikki er óvanligt at taka til, at hvítusunnudagur er føðingardagurin hjá kirkjuni, og tað kemur heldur ikki av ongum, tí tann fyrsta hvítusunnudagin var tað, at heilagi andin kom yvir lærusveinarnar og grundvøllur varð lagdur undir ta kristnu kirkjuna, soleiðis sum vit kenna hana.

Hetta setti eisini sín dám á gudstænastuna í Glyvra kirkju hvítusunnudag, tá ið skipað varð fyri morgunmati í kirkjuna í tímanum fyri gudstænastuna. Hópin av fólki kom í góðari tíð fyri at fáa ein drekkamunn og okkurt gott afturvið, samstundis sum stundir góvust at heilsa hvørjumøðrum og njóta samveruna.

Tá ið so klokkan nærkaðist 11, funnu fólk sínar sessir í kirkjuni, so øll vóru til reiðar, tá ið kirkjuklokkan ljómaði og kallaði á kirkjuliðið fyri at boða frá, at nú var stundin komin at savna sál og sinni um eina løtu við sálmasangi og gleðiboðskapi.

Sungu fyri presti
Nú fall tað so væl hesaferð, at prestur sjálvur eisini hevði føðingardag, tí Meinhard Bjartalíð kundi hátíðarhalda, at nú vóru 56 ár komin upp á loggið, og hetta fór heldur ikki framvið, tí innspælið hvítusunnumorgun var orgul og trompetspæl frá Súsannu Hendriksdóttir Olsen, meðan kirkjufólkið tók undir og sang “Tillukku til tín” fyri presti, ið var ikki sørt tikin á bóli.

Sjálvur hevði hann hvítusunnumorgun bara liturgiska partin um hendi, tí hesaferð var tað sunnudagsskúlalærarin, Christian Joensen, ið hevði “prædikuna”, ið vendi sær bæði til børn og vaksin.

– Jólini hendu fyri langari tíð síðani og páskirnar við, men hvítusunnan hendir hvønn dag, staðfesti hann við fleiri einføldum myndum, ið gjørdu boðskapin týðiligan og greiðan, áðrenn hann rundaði sín part av við at syngja fyri og spæla gittara, meðan bæði stór og smá børn sungu “Eg eri ein K” og aðrar kendar sunnudagsskúlasangir.

At so eitt barn eisini varð borið til dópin sunnumorgunin, gjørdi ikki kirkjunnar føðingardag minni ella myndataluna kámari, tí so mong orðini enn eru, er enn sum áður galdandi, at tað er tað, ið Jesus ger, sum er tað avgerandi.